Felagsliðið, EB/Streymur hevur saman við Skála endurvann greipuna. Betrideildarliðið hjá monnum bjargaði sessinum í deildini, og komandi kappingarár hevur EB/Streymur lið í bæði Betrideildini, 1. deild, 2. deild og 3. deild hjá monnum, ið ikki er hent fyrr í søguni hjá EB/Streymi.
Formaðurin, Brian Hansen hevur nógv at fegnast um, men enn vil hann ikki seta navn á hvør skal seta seg í sessin hjá Heðini Askham sum høvuðsvenjari komandi kappingarár.
Brian Hansen letur tó upp fyri, at talan verður um eina føroyska venjaraloysn.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna FM1 hevði við Brian Hansen í formansrundini ígjár.










