Í morgin, fyrsta november, er minningardagur teirra sjólætnu, og í hesum sambandi vera minningarhald kring landið.
Síðani 1. november í fjør er ein føroyingur deyður á sjónum. Tað er Jákup Marnar Klein í Klaksvík, sum doyði umborð umborð á Topas Amani í Nigeria, tann á 27. februar, 62 ára gamal.
Sum siðvenja er, skipar Føroyska Sjómansmissiónin fyri almennum Minningarhaldi teirra sjólætnu og tað verður í morgin klokkan 14 á Vinnuháskúlanum í Havn. Har fara Aksel V. Johannesen, løgmaður og Jógvan Fríðriksson, biskupur, at tala. Aftaná verður farið niðan í Viðarlundina, har løgmaður leggur krans.