Mentanarvarðveitsla
Áki Bertholdsen
?Hetta hevur verið ein fínur dagur.
Tað vóru ikki tvær meiningar í sætta flokki í Hvalba, tá ið tey eftir loknan dag sótu við búgvið borð niðri í køkini í skúlanum í Hvalba.
Tey høvdu baksast í køkini síðani tíðliga um morgunin og nú fingu tey lønina fyri stríðið. Á borðinum lá bæði blóðmørður, blóðpannukakur, breyð og livur, og í eini grýtu lá rullupylsan undir kóki.
Tá ið hon varð kókað, skuldi hon undir farg, so hana fingu tey ikki smakkað tann dagin, men hon skuldi goymast til eitt hugnakvøld í flokkinum seinni.
Í eini aðrari grýtu stóð súpan úti á.
Alt høvdu børnini gjørt sjálvi. Tey høvdu havt heystardag í skúlanum, har tey skuldu gera ymiskt burturúr slaktinum, sum júst varð fingið til høldar.
Og full semja var um, at hetta var nógv betri enn ein vanligur skúladagur.
At fletta vóru tey so von við. Tað var bara tað eina barnið, har tey ikki høvdu seyð í húsinum, men Eleina hevði ofta sæð tey fletta, so tað var henni als ikki fremmant fyri tað.
Men tað, sum var teimum øllum fremmant, var at taka slaktið upp og at gera burturúr og tað var hetta, tey brúktu hendan dagin til.
Tey gjørdu bæði blóðmørð og blóðpannukakur, livurpostei burturúr eini livur og rullupylsu. Afturvið høvdu tey epli og breyð, sum tey eisini høvdu bakað.
Tey høvdu eisini eina síðu, sum tey gjørdu rullupylsu burturúr og síðani kókaðu tey súpan út á beinini.
Flokkurin varð býttur sundur tríggjar bólkar, har hvør bólkur hevði sítt. og tey høvdu eisini hvør sína uppskrift, sum vórðu nærlisnar og fylgdar út í æsir.
Helst kravdi blóðmørðurin og pannukakurnar mest arbeiði. Fyrst skuldi vombin vaskast og klippast sundur. Eleina visti at siga, at tað vóru fýra indur í eini vomb: Hegrið, Jaðrið, Langindur og Stuttindur, men at tað eisini er vanligt at koyra blóð upp í Vinsturin, Keppin og Langan.
Tá ið vombin varð vaskað og klipt, vórðu indrini seymað og so varð deiggið gjørt klárt, indrini fylt hálv og so út á at kóka í tveir tímar.
Tey allarflestu í flokkinum eru drongir, og sjálvt tað vanliga ikki eru drongir, sum fáast við slíkt, má sigast, at huginum at royna nakað nýtt bilti onki og arbeiðslagið varð stak gott.
Yvirhøvur tóktist tað at vera sera stórur áhugi fyri innløgu í flokkinum, tí tað allarmesta prátið var um, veðrar og lomb, seyð og slakt og tað, sum hartil hoyrir.......
Myndir:
Mynd 1
Fremst á myndini eru tað f.v. Jonhard, Fróði, Eleina og Heidi, sum strevast við at gera blóðmørð. Eleina rørir deiggj, hini trý seyma indur. Aftanfyri standa f.v. Brian, Poul og Kenneth









