Ein fólkabanki

Ein meiriluti í Løgtinginum er fyri at einskilja Føroya Banka á ein heit serligan hátt. Tá Tingið umrøddi ólavsøkurøðu løgmans, bar Javnaðarflokkurin upp á mál at einskilja Føroya Banka soleiðis, at allir føroyigar fáa tillutað partabrøv í Føroya Banka í eitt fimm ára skeið.

Líkamikið hvat fólk annars halda um uppkotið hjá Javnaðarflokkinum, er tað í øllum førum eitt gott íkast til orðaskiftið um at einskilja almennar fyritøkur og almenn virki, tí hetta orðaskiftið manglar avgjørt hugskot at einskilja almennar ognir.

Uppskotið hjá Javnaðarflokkinum hevur eina aðra dimensjón enn bara ætlanina at einskilja, tí tað er loysnin í sjálvum sær, og at vanliga eiga privat fólk ella fyritøkur bankar og virki. Tankarnir hjá Javnaðarflokkinum skulu eisini takast sum eitt endurgjald til alla tær føroysku familjurnar, sum kreppan rakti so meint.

Vit skulu minnast til, at føroyskir lønarbeiðarar rindaðu tað, sum tað kostaði at bjarga Føroya Banka og Sjóvinnubankanum. Tilsamans 2,7 mia. kr. Seinri kom so eitt endurgjald frá donsku stjórnini. Óbeinleiðis var tað hesin kostnaðurin, sum skuldarsaneraði og endurreisti føroyska vinnulívið, soleiðis at tað í dag er burðardygt.

Hetta gjørdu føroyingar, við at landskassin tók upp lán. Fyri at spara og halda lív í landskassanum varð skattaprosentið hækkað so nógv, at føroyingar høvdu ikki nóg mikið til vanligt húsarhald. Samstundis lækkaðu lønir, fólk mistu arbeiði, mong noyddust at rýma frá húsi og heimi, og eini 5-6000 fóru í útlegd. Tí er tað ein góður tanki at geva vanliga føroyinginm eitt lítið endurgjald.

Tað er næstan ein sjálvfylgja, at búskaparfrøðingar, og stjórin í Føroya Banka, seta spurnartekin við ætlanina. Tá allar vaksnir føroyingar fáa eitt patabræv, sum kann handlast, so økir hetta brúksmøguleikarnar. Spurningurin er, hvussu nógv tann føroyski búskaparin tolir. Men hetta ivamálið kann eisini yvirmetast, tí neyvan fara øll at selja síni partabrøv, og vit skulu minnast til, at eftir uppskotinum skulu partabrøvini latast yvir eitt langt áramál. At fólk heldur vilja eiga eitt partabræv enn selja, er umleggingin í Sparikassanum frá ábyrgdarfæi til partabrøv eitt gott dømi um.

Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurintaka undir við uppskotinum. Tjoðveldisflokkurin meldar ikki greitt út. Hann ber kanska ótta fyri, at vinningsbýtið fer til vanliga føroyingin í staðin fyri í landskassan, har tað síðani kann brúkast sum partur í ætlanini at lækka blokkin úr Danmark. Men tað er eisini ein áhugaverdur spurningur.