Ein føðingardagskvøða til Naomi Jensen

á 85 ára degnum 20. apríl 2006

Lag: Eg veit ein góða seyðamann
 
Til Naomi henda heilsan fer.
Tú áttati og fimm nú er
tillukku signing ynski eg.
Skal fylgja tær á tínum veg.
 
Hoyr Naomi hvat eg syngi tí.
Tú var so góð við meg og blíð
tá eg við Mulatanga var,
enn einaferð eg takki tær.
 
Úr Hvalba góðan mann tú fekk.
og ikki heima nógv hann gekk.
Á havinum hann stríddist nógv.
Í øllum veðri tað gekk gott.
 
Eitt konubrot tú Naomi er.
Tað sigur mangur nú um teg.
Tú Naomi er so fast ein borg.
Um tú tó fekk so stóra sorg.
 
Nú fer at tyngjast tíni spor.
Tú eigur tó tað lívsins orð.
Íð hjálpa kann í stríð og neyð.
Sum gevur øllum lívsins breyð.
 
Eg ikki kann fult takka tær.
So kær og góð sum tú var mær.
Tær Harrin sjálvur gevi løn.
Mítt ynski er og hjartans bøn.
 
Í stovu sangur ljóða skal
tú situr millum tíni kær.
Tað besta eg kann ynskja nú.
At Jesus Pápi er hjá tær.
 
Og sangin er nú enda man.
Frá hjarta mínum kemur hann.
Tann síðsta bønin vera má.
At nógv góð ár tú góða fá.
 
Hjartaliga tillukku
Johan Thomsen, Hvidovre