Nú hvørki stóri atkvøðuslúkarin hjá Sjálvstýrisflokkinum í Suðurstreymoy við seinasta val, Helena Dam á Neystabø, ella næstvaldi í valdøminum, Jákup Sverri Kass, stilla upp aftur til komandi løgtingsval, er eitt vakum á uppstillingarlistanum í Suðurstreymoy.<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>
Ronald Poulsen, ið var nummar trý á listanum hjá Sjálstýrisflokkinum í Suðurstreymoy við seinasta val, ásannar, at tað verður torført at savna eins nógvar atkvøður í Suðurstreymoy við komandi val.<o:p></o:p>
- Men vit hava nøkur nýggj fólk á listanum, sum vónandi kunnu vera við til at lyfta byrðuna, sigur Ronald Poulsen, ið ikki kennir seg vísan í at tað fer at eydnast at fáa ein mann inn í Suðurstreymoy. Talan er um fólk, ið ikki hava gjørt vart við seg í politikki fyrr, men onkur er kendur frá ítrótti og frá vinnulívinum er tað tættasta vit koma uppá eina avdúking frá Ronald Poulsen. <o:p></o:p>
Hann setir sína vón til at flokkurin fer at klára seg væl í Norðoyggjum og í Eysturoynni.<o:p></o:p>
- Gongur tað væl fáa vit kanska tríggjar valdar, men gongur tað illa vera vit helst ov stuttir bæði í Norðoyggjum og í Suðurstreymoy, og so fáa vit kanska bara ein, sigur Ronald Poulsen, ið ikki vil meta um møguleikan fyri at flokkurin als ikki verður umboðaður á tingi eftir komandi val.<o:p></o:p>
Formaður Sjálvstýrisfloksins, Eyðun Eltør, verður ikki nøgdur, um flokkurin bert fær ein mann á ting.<o:p></o:p>
- Vit fara á val við tí fyri eyga at varðveita støðuna við tveimum tingmonnum. Ein er ov lítið, sigur Eyðun Eltør.<o:p></o:p>
Uppstillingarlistin hjá Sjálvstýrisflokkinum í Suðurstreymoy verður klárur seinni í vikuni, og tá fæst at vita hvør skal royna at endurvinna tær atkvøðurnar, sum Helena Dam á Neystabø fekk við seinasta val. Men alt avhongur av teimum, ið velja.<o:p></o:p>
- Nú mugu sjálvstýrisfólk reisa seg og fara á val fyri at tryggja hesum søguliga flokki eina framtíð, sigur Ronald Poulsen áheitandi.<o:p></o:p>
<o:p></o:p>