Handilskríggið millum USA og ES tykist at vera fyribils støðga, aftaná at amerikanski forsetin, Donald Trump, og ES-forsetin, Jean-Claude Junker, í dag samdust um at steðga nýggjum handilsátøkum og tollum og í staðin loysa ósemjurnar við samráðingarborðið. Tað skrivar Politico.eu.
Vápnahvíldin er komin í lag í samband við eina vitjan hjá Jean-Claude Juncker í USA, har hann millum annað hitti amerikanska forsetan.
Í eini felags fráboðan uttanfyri Hvítu húsini boðaðu teir báðir leiðararnir frá, at teir fara at virka fyri at beina burtur tollforðingar á ídnaðarvørum, ið ikki hava tilknýti til bilídnaðin, økja um samstarvið innan keyp av orku og arbeiða saman fyri at umskapa altjóða handilsfelagsskapin WTO.
- Hetta fer at lata upp marknaðir fyri bøndur og arbeiðarar, økja um íløgur, og føra til størri framburð í bæði USA og Evropeiska samveldinum, segði Trump á tíðindafundinum, áðrenn hann legði aftrat.
- Um vit standa saman, so kunna vit gera hendan heim til eitt betri, tryggari og ríkari stað.
Jean-Claude Juncker fegnaðist eisini um, at ein avtala spurdist burturúr ferðina hjá sær til Washington D.C.
- Tá eg fekk eina innbjóðing frá forsetanum til Hvítu húsini hevði eg eitt í hyggju og tað var at fáa eina avtalu í lag. Hetta var ein góður og uppbyggjandi fundur, segði Jean-Claude Juncker.
ES og USA hava seinastu mánaðirnar verið í einum vaksandi handilskríggi, har partarnir hvør í sínum lag hava hækkað tollin á ymiskum vørum. Stríðið byrjaði í mars, tá amerikanska stjórnin boðaði frá ætlanum at leggja hægri toll á stál og aluminium frá millum annað ES-marknaðinum. Síðan hevur ES svarað við millum annað at leggja hægri toll á whisky og cowboy-buksur framleiddar í USA.









