Tað er nú greitt, at sersambandið, Parasport Føroya, skal hava nýggjan formann. Tað upplýsir sersambandið í dag. Leygardagin, sum eisini var 41 ára ársdagurin fyri at Ítróttarsambandið Fyri Brekað, ÍSB, varð sett á stovn, boðaði Egga Jensen nevniliga frá at hann leggur frá sær sum formaður.
Egga hevur verið ímyndin av ítrótti fyri fólk ið bera brek síðani hann, saman við øðrum, tók stig til at stovna Ítróttarsambandið fyri brekað fyri júst 41 árum síðani.
Egga hevur sitið sum formaður øll árini, og hevur hann verið drívmegin ið hevur gjørt at ÍSB, sum nú eitur, Parasport Føroyar, altíð hevur verið eitt virkið sersamband.
– Egga verið altíð verið ein virkin formaður og hevur hann luttikið í øllum lutum hjá sersambandinum til hann nú legði frá sær, eru orðini, hann fær frá nevndini á veg út ígjøgnum hurðina.
Ongin kann ivast í at Egga hevur brent fyri arbeiðinum við paraítrótti, og hetta varð eisini staðfest tá ÍSF handaði honum heiðurskrossin, sum er hægsta viðurkenning í ítrótti, og tað hendi í samband við 40 ára hátíðarhaldið hjá Parasport í heyst.
– Nú Egga legði frá sær, var aðalfundurin samdur um gera hann til at heiðursforseta, so hann fer neyvan at sleppa paraítrótti heilt, hóast hann neyvan fer at fylla líka nógv sum hann hevur gjørt.
Í nevndini eru nú Petur Elias Petersen, ið hevur verið næstformaður síðani hann kom í nevndina í 2017. Hini í nevndini eru Tóra Norðgerð, Hans Karl Højgaard og Anna Gaardlykke. Varalimir eru Sonja Norðgerð og Uni Rasmussen. Nevndin fer at skipa seg á næsta nevndardfundi.