Eftir at hava starvast í 24 ár sum leiðari innan serstovnaøkið í Føroyum, hevur leiðarin á Serstovnadeildini, Bjarni Clementsen, valt at siga seg úr starvi og er farin av royna seg við øðrum avbjóðingum. Hann hevur tikið við sum leiðari á Dagstovninum í Kvívík.
Móttøkan á Verkstaðnum Vón byrjaði við at Mary í Garði, stjóri fyri Heimarøktina og Serforsorgina, sum serstovnadeildin er er partur av, beyð øllum at vera vælkomin. Hon helt eisini eina røðu fyri Bjarna.
Onnur sum hildu røðu vóru t.d. Malena Arnholdsdóttir, formaður í Javna, og Ingrid Dalsgaard, leiðari fyri heimið fyri heilaskadd. Ein av brúkarunum, Símun Petur Zachariasen úr Klaksvík, segði, at hann hevði nógv at takka Bjarna Clementsen fyri, hann hevði verið við til at broytt hansara lív.
Tey, sum hildu røðu á móttøkuni, vóru samd um, at Bjarni hevur verið ein eldsál innan serstovnaøkið í Føroyum. Hann hevur verið við til at bygt Serstovnadeildina upp frá botni av, og hann hevur lagt nógva orku í at bøta um korini hjá teimum menningartarnaðu.
Serstovnadeildin, ið varð stovnað fyri 10 árum síðan, er ein eftirkomari av virkseminum, sum Statens Åndssvageforsorg byrjaði í Føroyum í 1971, fyrst undir leiðslu av Storstrøms Amt í Danmark, síðani undir leiðslu av Socialstyrelsen/Sosialministeriunum í Keypmannahavn.
Seinni bleiv navnið Statens Åndssvageforsorg skift út við navnið Andveikraverndin, sum í 1988 bleiv ein landsstovnur undir Almannastovuni og Føroya Landsstýri.
Andveikraverndin bleiv avtikin í 1994 og virksemið být sundur millum deildir á Almannastovuni. Í 1998 bleiv Serstovnadeildin ein partur av Heimarøktini og Serforsorgini, tá virksemið hjá Almannastovuni bleiv býtt í tveir stovnar undir Almanna- og Heilsumálaráðnum.