Ein eittari eftir

Spania megnaði loksins at vinna eina brotssparkskapping, tá teir sendu italsku heimsmeistararnar úr EM, og teir eru nú einastu bólkavinnararnir, sum framvegis eru við í endaspælinum

Fótbóltur

 

Portugal tapti fyri Týsklandi. Turkaland gjørdi tað umaftur, tá teir koppaðu Kroatia, og hollendsku favorittarnir vórðu niðurspældir av Russlandi.

Hevði Italia vunnið sín dyst móti Spania, var EM-endaspælið í teirri løgnu støðu, at allir bólkavinnararnir vóru úti úr kappingini.

 

22. juni merkir brotsspørk

Og tað var eisini um reppið, at so varð. Í einum dysti, sum sjáldan var nakað at rópa hurrá fyri, hevði Italia sett gamla catanaccio-spælistílin í verk, og gjøgnum 120 minuttir vardu teir fyri sponsku royndunum, sum komu á málið.

Tí gjørdist neyðugt við brotsspørkum, og tað er ikki júst hesum, sum Spania hevur bestu royndirnar av.

Tríggjar ferðir áður hevði Spania nevnliga spælt fjórðingsfinalu í einum endaspæli júst 22. juni. Í HM í 1986 taptu teir eftir brotsspørk móti Belgia. Søgan endurtók seg, tá Ongland á heimavølli vann á Spania í EM í 1996, og í 2002 var tað Suðurkorea, sum vann eftir brotsspørkum.

Men hesaferð hildu spaniólanir nervunum. Casillas byrjaði væl, tá hann tók royndina hjá De Rossi, men tá Buffon í fjórðu royndini bjargaði skotinum frá Guiza, stóð nógv á. Casillas var tó enn einaferð á rætta staðnum, tá hann bjargaði royndini frá Di Natale, og so kundi Fabregas senda sponsku fótbóltshjørtuni í sjeynda himmalin, tá hann ískaldur sendi Buffon til vinstru og bóltin til høgru.