Ein einkisigandi lærubók

- Glámlýsi - Lærubók um Regin í Líð eftir Kirsten Brix

Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út eina lærubók um søgurnar og onnur skjøl eftir Regin í Líð, ið var dulnevni fyri Rasmus Rasmussen (1871-1962). Rasmus á Háskúlanum hevði gávur á ymiskum økjum. Hann granskaði plantufrøði, var háskúlalærari, skrivari í Føroya Fiskimannafelag. Hann var greinskrivari, politikari, týðari og (ein ikki serliga góður) rithøvundur.

Regin í Líð skrivaði ta fyrstu føroysku skaldsøguna, um tað tjóðskaparliga stríðið fram til 1906 "Bábelstornið" (1909). "Glámlýsi" eftir Regin í Líð kom út seinni sum hitt fyrsta stuttsøgusavnið á føroyskum í 1912. Í hesari útgávuni eru, umframt tær tríggjar stuttsøgurnar, ymisk verkevni og pedagogisk eftirmæli til lærarar og næmingar. Bókin er fyrst og fremst ætlað til undirvísing á miðnámsskúlastigi. Í bókini eru prentað verkevni til allar tekstirnar í vanliga eitt sindur keðiliga studentaskúlastíli "Greina og tulka?ber saman við".
Kirsten Brix hevur kannað søgurnar hjá Regin í Líð í bókini: »Dialog i Babelstårnet. Analyse af Regin í Líðs fiktive prosaforfatterskab«, ið er ritgerð, sum er góðkend á Fróðskaparsetri Føroya.
Hon heldur, at stuttsøgurnar hjá Regin í Líð bygdu á realismuna við sálarfrøðisligum lýsingum og stættartilvitan. Hon lesur annars hesar søgur reint tematiskt sum "Høvuðstemað er seksualiteturin". Her sakni eg eina meiri formella fagurfrøðisliga tulking, hvussu eru hesar søgur realistiskar? Hvat er ein stuttsøga (t.e. burtursæð frá, at øll vita, at stuttsøgan hevur eina sentrala hending, ið broytir alt) og hvat er ein realistisk stuttsøga? Hvat er realisma? Dugdi hesin Regin í Líð at skriva?
Hon tykist vita, at søgur sum "Rakul" eru ótrúliga vánaligar, við lýsingum sum: "Hon var ein blóma so frísk og skær (?)", men ger einki við tað. Og dømi úr "Minnisvarðin": "Ingibjørg var dóttir Sigvalds bónda (?) hon var bæði væn og tekkilig; og tað vistu øll (?)". Hetta eru triðja rangs søgur, fyltar við føroyskum stereotypum og klisjéum, ið meiri skulu tæna onkrum boðskapistiskum endamáli. Søgur, ið liva á einum uppøstum melodramatiskum støði, sum kanska eru eitt vet betri enn lættisoppur. Tað er sum um Regin í Líð er áhugaverdur tí hann var føroyingur, kendur, skrivaði á føroyskum og ikki minst um kvinnumál og kúgan. Í mun til henda høvundin er ein ofta eitt sindur happaður høvundi sum Ólavur í Beiti ein reinur Proust og Jens Pauli Heinesen bæði Hemmingway og Blixen í einum.
Bókini vantar eina frástøðu til henda høvundan. Harragud, tað eru nærum 100 ára gamlar stuttsøgur, hví ikki viðgera tær soleiðis, t.v.s. sum eitt slag av bókmentasøgu. Her vantar søguligar myndir og ein vilja at seta henda høvund undir liðina á føroyskum og útlendskum høvundum. Men fyri Brix hevur tað minni at siga, at t.d. søgan "Rakul" er eitt stórt tápuligt intrigant melodrama og er ótrúliga amatørkent skrivað. Hetta tykist ikki hava nakran týdning, hon tykist ikki hava nakran áhuga í, um hesar søgur hava nakað listarligt virði í dag, men um tær umboða eitt boðskapistiskt virði. Eg fari at ivast: er hetta ein reint antikvarisk útgáva, so hví ikki bert endurprenta verkini hjá Regin í Líð?
Sum eg upplivi hetta, umboða hesar søgurnar alt tað sum var moðið við fakinum føroyskum í studentaskúlanum, har tilfar skal lesast og kanoniserast, ikki tí tað er gott, men tí tað var føroyskt. Og hvat verri er, her er ein vilji at lesa bókmentir sum eina undirdeild av mentanini, ið er ein grov skerjing. Har luktar av drýlum, fiskagentum og kanska ein góðan dag eitt sindur av sosialari indignatión, men tað er ikki nokk. Brix skrivar, at Georg Brandes hevur staðið faddur at kravinum um at skaldskapurin skuldi lýsa veruleikan og taka samtíðarligar spurningar fram sum hjúnaband, átrúnað, kynsleiklutir o.s.fv. Hetta fekk týdning fyri t.d. Ibsen, Strindberg, J.P. Jacobsen og at Regin í Líð skrivaði seg inn í hetta rák. Eg eri ikki samdur við hesum samanberingargrundarlagi. Regin í Líð hevði ikki eina kyknu skapta í kroppinum av geniala skrivingarlagnum hjá Strindberg ella av tragisku sjónleikunum hjá Ibsen. Tað er ein orsøk til, at Regin í Líð er gloymdur (serliga stuttsøgurnar), og hon er, at hann skrivaði ólukksáliga vánaligar søgur og so hjálpir ikki at kroysta hann uppí kend samtíðarrák.
Greinarnar og skjøl eru eisini tilvildarliga úrvald. Fyrsta greinin: "At lesa og hoyra" er eitt sindur lummafilosofiskt áhugaverd og vísir Rasmus Rasmussen sum ein fólkaupplýsara og undangongumann, ið saman við Símuni av Skarði setti Føroya Fólkaháskúla á stovn. Við er eisini onkur vánalig yrking og ein løgin tíðargrein um "Færøske Fiskeres Opførsel under Island". Ikki er virði stórt í hesum í dag.
Hesir tjóðskaparglorifiseraðu persónar sum tjóðarbyggjararnir og háskúlamenninir dugdu mangan hvørki at skriva ella at hugsa áhugaverdar tankar, men vit eru ikki komin eitt vet við mentunarsøguligu uppgerðini og bardaganum um føroysku fortíðina. Enn standa teir sum standmyndir og teirra vánaligu greinar og elendigu skriblaríir skulu gevast út í skreytbókum. Hevði væntað mær meiri av Føroya Skúlabókagrunni og einum høvundi av eftirskriftini, ið er doktari í hesum vánaligu søgum. Støðið á slíkum bókum, ið Dansklærerforeningen t.d. gevur út, er mangan ótrúliga høgt. Í so máta ger henda bókin ongan mun.

Glámlýsi er 147 blaðsíður og kostar 148 krónur. Permuna við mynd eftir Mikines hevur Grafik Studio gjørt, og Hestprent hevur staðið fyri prentinum.