Ein einfaldan spurning til løgtingspolitikkarar

- um at leggja fólkaskúlan út til kommunurnar

Nógvir av tykkum taka undir við, at kommunurnar skulu umsita og fíggja alt fólkaskúlaøkið og tykkara grundgeving er, at kommunurnar hava klára at yvirtikið barnaansingarøkið, so kunnu tær eisini klára fólkaskúlaøkið. Ein má undrast yvir, hvat vitan tit hava, tí veruleikin er, at eftir 10 árum eru tað nógvar kommunur, ið ikki hava nøktandi barnaansingartilboð grunda á manglandi fígging.
Síðani siga tit, at landsins partur av fíggingini skal fylgja við, tá ið skúlaøkið verður lagt út til kommunurnar, men har er veruleikin eisini, at fíggjarkarmurin í dag til skúlaøkið er alt ov lágur, klassarnir eru ov stórir, lærarar eru ov fáir, teir sleppa ikki á skeið grunda á fígging o.a. So sjálvt um landsins partur av fíggingini fylgir við, so er tað eingin ivi um, at kommunurnar koma at nýta nógva eyka fígging fyri at fáa umstøðurnar hjá næmingum og lærarum betri enn nú og hvar skal hendan eyka fíggingin koma frá, hækkaðum skattum?
Nógvir skúlar eru gamlir og í vánaligum standi, og kommunurnar hava ikki fígging til at byggja nýtt, ella betra um verandi umstøður. Støðan er, at skúlar kunnu steingjast fyrsta dagin av vánaligari bygging, so at soppavøkstur blómar og brunatrygdin ikki er í ordan. Skulu kommunurnar hækka skattin enn meira fyri at umvæla hesar skúlar?
Tit siga, at við kommunusamanlegging so kunnu kommunurnar klára at umsita og fíggja fólkaskúlan, tí tað skal ein, afturberingarskipan, javningarskipan, og regulering í skatta býtinum fremjast, hvussu hetta skal fremjast er ein opin spurningur. Vilja tit eisini senda stuðul til kommunurnar tá ið lønarhækkingar eru, tá ið størri krøv koma til lærarar, skúlabygging, skeiðvirksemi, undirvísingarkrøv o.a.?
Mín einfaldi spurningur er, hvussu skal Suðuroyar kommuna fremja hesa yvirtøku av fólkaskúlanum í 2011 ella 2012, tí sum tit vita, so er skuldin stór, og her og nú skulu brúkast nógvar milliónir krónur ið ikki finnast, til kloakkir, vegir, vatn, skúlabygningar og barnagarðar, sum eru í eftirstøðu?
Vónandi er tað løgtingslimir í megna at svara hesum einfalda spurningi.
p.s. Eg havi við vilja ikki tikið eldraøki við.