Sambandsflokkurin er nú liðugur við valevnislistan til løgtingsvalið 8. desembur. Flokkurin hevur 29 valevni úr øllum landinum, á listanum, 16 menn og 13 kvinnur.
Eitt, sum loypur í eyguni er, at listin vísir, at enn ein kendur politikari hevur skift flokk. Eitt valevni hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið, er nevniliga Bergun Kass í Havn. Hon hevur fleiri ferðir verið valevni hjá tí sjálvstýrissinnaða, Framsókn, og hon var býráðslimur í Havn fyri Framsókn frá 2017 – 2020. Hon stillaði eisini upp fyri Framsókn á seinasta býráðsvali, umframt at hon var valevni fyri flokkinum á teimum seinastu løgtingsvalunum.
Valevnini hjá Sambandsflokkinum eru annars hesi:
Aimi Helbo Jensen
Anita Heinesen
Áron Vest
Bárður á Steig Nielsen
Bergun Kass
Edva Jacobsen
Erhard Joensen
Eyðdis Hartmann Niclasen
Frimodt Rasmussen
Fríðgerð Heinesen
Guðrun Ejdesgaard
Hanna Ovadóttir
Haraldur Símunarson Hammer
Harriet Høgnesen
Helgi Abrahamsen
Ingi Mittún
Jaspur Langgaard
Jensia Højgaard Kjærbæk
Johan Dahl
Jónleyg J. Bech
Kaj Leo Holm Johannesen
Magnus Rasmussen
Martin Drangberg
Michael Koba
Petrina Berg á Lag
Pole J. Hansen
Rasmus Son Mørkøre
Rósa Samuelsen
Sámal Hanni Lognberg











