Anna Cathrina Askam er fødd Mørkøre, dóttir Sofíu og Jákup Mørkøre. Mamma hennara var úr Kollafirði, og pápi hennara var leirvíkingur. Tey búsettu seg í Havn. Anna var gift Símuni Askham. Tey fingu 8 børn, men tvey av teimum doyðu sum smá.
Tá hugsað verður um, hvussu mong árini eru vorðin, er Anna bara væl fyri. Hon er frammi hvønn dag og er enn púra klár. Oyruni bila, so hon fær ikki fylgt so væl við sum fyrr. Heldur ikki hevur hon sæð væl, men eftir viðgerð við lasarstrálum fyri stuttum, sær hon nú aftur.
Nú Anna fyllir 102 ár, telja eftirkomarar hennara júst sama talið.
Anna eigur 6 børn, 26 ommubørn, 63 langommubørn og 7 oldurommubørn.









