Neistamenn vunnu í dag 21-17 (9-7) á Kyndli í bólki 1 í Faxe Kondi kappingini.
Í bólki 1 hevur Neistin fýra stig. Team Klaksvík og Kyndil hava tvey stig hvør. H71 2 er aftast við ongum stigi.
Venjarin hjá Neistanum, Jeppe Borch fegnast um, at Neistin er víðari til hálvfinalurnar. Hann heldur, at talan var um ein dyst millum tvey verjusterk lið.
Jeppe Borch heldur, at góða dystarbyrjanin har Neistin kom á odda við fimm málum var eisini avgerandi fyri, at teir í samlaða roknistykkinum vóru omaná í dag.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við Jeppe Borch.