Hóast NSÍ fyri tað nógva hevði í minsta lagi eins gott tak á dystinum, sum HB hevði tað, so máttu Óli Hansen og liðfelagarnir ásanna, at teir gjørdust offur fyri einum greiðum tapi.
- Tað verður ógvuliga trupult, tá vit koma afturum, men tað er tað, sum hendir. Og so endar tað við, at tapa – kanska uppiborið – tá alt kemur til alt.
Í fjør var tað ofta so, at tit koppaðu teir tøttu dystirnar til egnan fyrimun. Hvat er tað, sum ikki riggar eins væl í ár?
- Tað er ógvuliga trupult at siga, men vit hava bara ikki vunnið teir tøttu dystirnar. Og vit mugu bara arbeiða harðari til næsta dyst.
Tit eru nú sjey stig aftan fyri oddaliðið. Gera tit tykkum nakrar tankar um, hvar tit enda á stigatalvuni, nú tit eru dragnaðir nakað?
- Slettis ikki. Vit vita, at tað er ótrúliga langur vegur eftir enn, og hetta er bara ein dystur av 27, segði Óli Hansen eftir tapið móti HB.