Ein dyst í senn - og tó

Manslandsliðið: Alt verður sett inn í kvøld, men dystargongdin kann fáa ávirkan

Mynd: (FSF/Hans Erik Danielsen)

Føroyska manslandsliðið hevur í dag havt sína seinastu venjing fyri EM-undankappingardystinum móti Póllandi í Varsjava. Tó er størsti møguleikin hjá føroyska liðnum at fáa stig móti Moldova sunnudagin. Tí fekk Håkan Erikson eisini spurningin, um hann satsar alt móti Póllandi.

 

- Vit hugsa fyrst og fremst um Pólland. Tá vit venja í dag, so hugsa vit bara um Póllandi og tá dysturin byrjar í morgin, so spæla vit hundrað prosent fyri at vinna tann dystin. Broytist støðan í dystinum og vit ikki longur kunnu vinna, so kann at verða at vit bara at hugsa um dystin móti Moldova, segði Håkan Ericson.

 

Her er sannlíkt, at talan verður um øðrvísi útskiftingar, um Pólland millum annað kemur á odda við fleiri málum. Serliga spælararnir hjá KÍ eru hart kroystir og skulu spæla nógvar dystir í næstum.

 

Dysturin í Føroyum móti Moldova sunnudagin kemur at fáa stórt uppmerksemið, tí hann er einasti dysturin, har vit veruliga hava ein kjans at vinna. Dysturin móti Póllandi verður í kvøld klokkan 19.45.

 

Mynd: (FSF/Hans Erik Danielsen)