Ein dreymur vorðin veruleiki

Tað má metast sum ein rættilig kollvelting, at Tórshavnar kommunuskúli hetta skúlaárið, ið júst er byrjað, er farið undir ein fótbóltsskúla. Hugskotseigarin, U17 landsliðsvenjarin, Áki Johansen, trúði ikki, at hetta fór at lata seg gera, men fegnast nú stórliga

Tað er venjarin hjá U17 landsliðnum, Áki Johansen, sum er upprunin nýggja fótbóltsflokkin, sum nú er ein veruleiki í Tórshavnar kommunuskúla.
- Tað eru royndirnar í altjóða fótbólti nú í nøkur ár sum gera, at eg síggi, at vit ikki flyta okkum nóg skjótt í Føroyum í mun til uttanlands. Í mínum starvi sum U17 landsliðsvenjari havi eg vitjað nógv feløg uttanlands og har fingið hugskotið til ein fótbóltsskúla, sigur Áki Johansen.
Hann hevu altíð hildið, at hetta var ein gongd leið, og hevur bjóðað skúlunum í Føroyum at taka av hesi avbjóðingini.
- Eg hevði ikki roknað við, at nakar fór at taka við avbjóðingini, men kom so at tosa við skúlastjóran í Kommunuskúlanum. Hann tók meg upp á orðið og fekk stáplað ein fótbóltsflokk upp á beini eftir ongari tíð, so at siga, sigur Áki Johansen.
Nú er tað so veruleiki, at ein veruligur fótbóltsskúli er settur á stovn, ein flokkur, sum hevur fótbólt á tímatalvuni.
- Dreingirnir koma úr so at siga øllum landinum, og tað merkir, at summir skulu longu vera á fótum klokkan seks um morgunin fyri at koyra til Havnar. Havnardreingir hava tað so tað lættari. Dagurin byrjar so við trimum vanligum undirvísingartímum, og síðani verður tveir tímar fótbóltsvenjing, áðrenn farið verður aftur til vanliga undirvísing eftir døgurða, sigur Áki Johansen.

Ovfarin
Talan er um fyrsta fótbóltsskúla nakrantíð í Føroyum, og talan er tí eisini um eina royndarverkætlan.
- Dreingirnir eru ikki valdir út sum so. Av tí at talan er um eitt royndarár hava vit latið boðini farið út til venjarar hjá dreingjum í hesum aldursbólkinum, og teir hava so latið boðskapin farið víðari til dreingirnar. So hava eini 24-25 dreingir sent inn umsókn um at verða við, og allir, sum hava søkt, eru slopnir við, sigur Áki Johansen.
Tað hevur tí ikki verið talan um nakra úttøku í ár.
- Vóru umsóknirnar einar 50, so hevði verið neyðugt at valt út, men soleiðis hevur so ikki veirð hesaferð, sigur Áki Johansen.
Hann eigur ikki bara hugskotið, men er eisini beinleiðis tengdur at verkætlanini.
- Eg havi altíð pástaðið tað, at skúlarnir ikki fóru at megna at fáa slíka verkætlan upp at standa, so tá hon nú er veruleiki, skal tað ikki stranda á við venjarum, so eg havi átikið mær tann leiklut, at venja dreingirnar eina ferð um vikuna, sigur Áki Johansen.
Talan er um eina rættiliga spennandi núhugsan í Føroyum.
- Eg vóni, at vit til deils fáa betri næmingar, dreingir, sum likamliga eru væl fyri. Eg veit at fleiri av dreingjunum hava ambitiónir um at sleppa uttanlands at royna seg, og vit vóna, at hetta fyrireikar teir væl betri til eitt uttanlands ævintýr, sigur Áki Johansen.

Frískir
Hann heldur, at tað ofta hevur veirð ein trupulleiki, at dreingir, sum royna seg uttanlands, koma heim aftur skaddir.
- Vit vóna, at hetta kann fyrireika teir eitt sindur betri til tað, sum stendur fyri framman, sigur Áki Johansen.
Hetta er júst árgangurin, sum Áki Johansen arbeiðir við sum U17 landsliðsvenjari.
- Nú er ikki talan um ein úttiknan bólk, men tað eru sjálvandi dreingir, sum brenna fyri fótbólti, sum melda seg til eina slíka verkætlan, so eg rokni heilt vist við, at onkur av teimum verður at síggja á landsliðnum, sigur Áki Johansen.
Ofta verður havt á máli, at næmingarnir eru troyttir, tá teir koma úr skúlanum út á seinnapartin, og tí kanska ikki hava ta optimalu orkuna, tá fótbóltsvenjing stendur á skránni út á kvøldið.
- Tað er heilt vist ein tanki við hesum fótbóltsskúlanum. Her venja dreingirnir klokkan 10 um morgunin, og eru tí likamliga væl fyri, og hartiler skipað soleiðis fyri, at dreingirnir gera síni skúlating, áðrenn teir fara heim úr skúla, sigur Áki Johansen.
Tað merkir, at dreingirnir kunnu slappa av, tá teir koma heim, og soleiðis vera væl fyri, tá teir fara at venja við sínum egna felag um kvøldið.

Fegin
Talan verður tí um ein fyrimun, bæði fyri dreingirnar, men eisini fyri tey feløg, teir leika í.
- Skúlin hevur eisini lagt stóran dent á, at dreingirnir skulu luttaka aktivt í tí felag, har teir koma frá, so eg trúgvi heilt vist, at feløgini eisini fáa stóra gleði av tí, sigur Áki Johansen.
U17 landsliðsvenjarin gleðir seg ómetaliga nógv at fara í holt við hesa spennandi verkætlanina.
- Kenslurnar er ógvuliga stórar. Eg hevði ikki trúð, at tað fór at bera til, so at síggja, at dreingirnir eru úti og venja, er stórt. Eg haldi eisini, at vit skulu fegnast um, at teir hava fingið Jan Dam til venjara, tí hann hevur drúgvar royndir í fyrstaliðs fótbólti í Føroyum og á landsliðnum. Hartil hevur hann arbeitt í menningardeildini hjá FCK í fleiri ár, so dreingirnir hava fingið tann besta venjaran, teir kunnu fáa, sigur Áki Johansen.
Skúlin byrjaði í gjár, og sæð verður í spenningi fram ímóti, hvussu árið fer.
- Tað er at fegnast um hjá øllum, sum hava áhuga fyri fótbólti, sigur Áki Johansen, U17 landsliðsvenjari og upphavsmaður at verkætlanini.