Ein dreymur er veruleiki

- Tá tú virkar sjálvur, avger tú, hvat tú gert, og hvussu tú virkar og pakkar fiskin, sigur Hans Jákup Mikkelsen, stjóri.

Tað gekk hampiligt, tá Marine Harvest Føroyar søkti eftir arbeiðsfólki til virkið á Strondum. Tað tók eina løtu at finna fólkini, tí tað er einki arbeiðsloysi í Føroyum. Men, nú felagið í dag byrjaði sítt virksemi á Strondum, vóru fólkini her.

 

- Hetta er fyrsti arbeiðsdagur á virkinum, og vit hava tikið laks í dag. Vit byrjaðu við góðum treysti í morgun, og tað var rættiliga spennandi at møta øllum hesum fólkunum. Vit høvdu líka sum ein innleiðandi fund við fólkini fyrst, har vit snakkaðu um reinføri og annað. Vit framleiða jú matvøru, sum onkur skal eta. 

 

Tað segði Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Marine Harvest Føroyar, við FM1 í dag.

 

- Vit byrjaðu spakuliga, og vit tóku eina lítla nøgd í dag, soleiðis at vit kundu royna skipanina og amboðini á virkinum. Nógv av fólkunum vóru fyrstu ferð til arbeiðis á einum kryvjivirki, so tey skuldu eisini læra handalagið. Tað fer helst at taka eina løtu, áðrenn vit koma upp í ferð.

 

Hans Jákup Mikkelsen sigur, at hetta er fyrstu ferð, at fólk hjá Marine Harvest Føroyar kryvja sjálvi.

 

- Vit hava smoltstøð, og vit hava aling á sjónum, og so hava vit eisini selt okkara laks. Men, vit hava altíð keypt virkistænastuna frá onkrum øðrum. Hetta er soleiðis fyrstu ferð, at vit hava okkara egna virki. Men, vit hava ynskt hetta í nógv ár, og vit eru rættiliga fegin um hetta.

 

Men, hvørjir eru so fyrimunirnir við at kryvja sjálvi?

 

- Tá avger tú sjálvur, hvat tú gert. Tað, tú keypir frá øðrum, er altíð ein standard tænasta, og tú noyðist at taka atlit til dagarnar, soleiðis at teir eisini passa hjá teimum, sum veita tær tænastuna. Tá tú virkar sjálvur, avger tú, hvat tú gert, hvussu tú virkar fiskin, hvussu tú pakkar hann, og kanska ber til eisini at menna okkurt serstakt úr rávøruni.

 

Stjórin í Marine Harvest Føroyar sigur, at vansarnir á hinari síðuni eru, at tú fært starvsfólkaábyrgd, og tú fært eitt virki at halda við líka. Tað eru fyrimunir og vansar við øllum. Við teimum, sum blóðga, teimum, sum arbeiða inni á virkinum og leiðsluni, vóru eini 30-35 fólk til arbeiðis í dag.

 

- Í løtuni slakta vit av Oyndarfirði, og vit rokna við at koma at hava fisk fram til og við januar 2019. Síðan flyta vit í Sundalagið at slakta, og har verður byrjað í mars. Her verður tískil helst ein lítil steðgur, sum vit fara at brúka til at halda virkið viðlíka, og kanska fara vit tá eisini at gera onkrar tillagingar eftir at hava koyrt í nakrar mánaðir.

 

Hans Jákup Mikkelsen vísir á, at hóast Marine Harvest er heimsins størsta alifyritøka, er Marine Harvest Føroyar hin minsta alifyritøkan í Føroyum. Tað merkir í sær sjálvum, at helst verða onkrir steðgir av og á í framleiðsluni.