Ein dráttur gjørdur afturat

Tá tað varð greitt, at allir kappróðrarbátarnir skulu sóttreinsast á Norðoyastevnu, kundi skjótt staðfestast, at tað fór at vera serstakliga trupult at fáa alt at ganga so smidliga, sum gjørligt við bert einum drátti. Nú er so ein dráttur gjørdur afturat

Klaksvík:
Tað var Klaksvíkar Róðrarfelag, sum fyrr í vikuni heitti á Klaksvíkar Kommunu um at fáa ein drátt aftur at til Norðoyastevnuna, orsakað av ILA sjúkuni.
Andrass Joensen, formaður í Vegadeildini hjá Klaksvíkar Kommunu, sigur, at teir fóru beinanvegin í holt við arbeiðið. Kommunan hevur bert gjørt tað, sum Andrass kallar, í fylluna, meðan menn frá Klaksvíkar Róðrarfelag taka sær av at leggja lunnarnar á dráttin.
- Hetta er ikki nakað pent hondverk, sigur Andrass, og leggur aftur at, at hetta er gjørt í skundi, tí áheitanin kom so seint.
- Hetta er gjørt bara fyri, at tað skal kunna lata seg gera at hava ein drátt til at koma upp við og ein at koma niður við leygardagin, sigur hann.
Sóttreinsingina av bátunum á Norðoyastevnu, fara fólk frá Rotary í Norðoyggjum at taka sær av. Tað verður skipað á tann hátt, at tann gamli drátturin verður nýttur til at koyra bátarnar út við, júst sum vanligt. Meðan tann nýggi drátturin skal nýtast til at draga bátarnar upp við. Hesin dráttur og eitt øki verða so avsperrað við hegni ella onkrum líknandi, og verða bátarnir sóttreinsaðir á hesum økinum, tá teir eru komnir upp á turt aftur.
Nýggi drátturin er lagdur við síðuna av dráttinum, sum framman undan er við keiina úti á Norðborg.