Kappingin í Road Racing leygardagin var fyri prutl, sum hava í mesta lagi 50 kubikk. Kappast var í trimum bólkum - senior, old boys og kvinnur.
Agnar er í serflokki
Í Miðvági var enn einaferð staðfest, at Agnar Dahl er í serflokki, tá ið tað kemur til kappkoyring her á landi. Hetta var triðja Road Racing kappingin í ár, og Agnar vann fyri triðju ferð á rað.
Óalmenn kapping um føroyameistaraheitið í Road Racing var eisini í fjør, og tá vóru fimm kappingar á skránni. Tá vann Agnar allar fimm kappingarnar, og alt bendir á, at hann ætlar at endurtaka bragdið í ár.
Kenneth Joensen gjørdist nummar tvey leygardagin, meðan yngri bróður Agnar, Rúni Dahl, gjørdist nummar trý. Á samlaðu stigatalvuni liggur Rúni tó framman fyri Kenneth Joensen, men langt er upp til Agnar Dahl í oddinum.
Sera tætt hjá teimum gomlu
Fimm mans vóru við í kappingini hjá Old Boys, og kappingin var rættuliga spennandi. Tá ið avtornaði var tað tó Hans M. Danielsen, ið fór avstað við sigrinum, meðan Anfinn við Hálsagarð og Jonny Thomassen komu á næstu plássunum.
Í samlaðu FM-kappingini er sera tætt millum fýra teir fremstu, og tí er einki avgjørt enn. Kartin Mikkelsen er á odda við 54 stigum, men bara fimm stig eru niður til Jonny Thomassen á fjórðaplássinum.
Lítil spenningur hjá kvinnunum
Undirtøkan millum kvinnurnar er ikki eins góð hjá monnunum, men fýra kvinnur vóru so við í Road Racing kappingini í Miðvági leygardagin. Enn einaferð staðfesti Gurry Carlsdóttir, at tað liggur sera væl fyri hjá henni. Hon vann kappingina trygt, og harvið hevur hon vunnið allar tríggjar kappingarnar í ár.
Maika Dahl gjørdist nummar tvey, meðan Conny Thomassen gjørdist nummart trý, og Barbara Husgaard nummar fýra.
Heilt fimm av fólki høvdu lagt leiðina framvið økinum í Miðvági, har koyrt var, og tað tykist sum um áhugin fyri hesari kappingargrein er vaksandi í Føroyum. Onkur av teimum føroysku koyrarunum hevur eisini verið í Danmark og tikið lut í kappingum har.
Føroysku kappkoyrararnir hava søkt myndugleikarnar um eitt øki, har teir regluliga kunnu fáast við hesa ítrótt, men tað hevur enn ikki eydnast teimum at fáa ávíst eitt stað frá myndugleikunum.










