Ein ódeyðilig sál og aðrar

Nýggj skaldsøga eftir Jens Paula Heinesen er komin

Jens Pauli Heinesen fekk í heyst føroysku mentavirðislønina fyri sítt drúgva verk innan føroyskan skaldskap. Nevndar vórðu tann slóðbrótandi skaldsøgan "Frænir eitur ormurin" og drúgvasti skaldsøguringurin í føroyskum bókmentum, "Á ferð inn í eina óendaliga søgu", sum er í sjey pørtum. Nú letur høvundurin aftur eina bæði áhugaverda og skemtiliga skaldsøgu frá sær, har vit bera kensl á fleiri leikarar.

Saman við Kánusi Turpin og Mass Foss hittir lesarin eina rúgvu av persónunum úr skaldskapinum hjá Jens Paula Heinesen, og enn einaferð kann lesarin flyta seg inn í eina fjølbroytta verð, sum er so beistaktiga lík okkara egnu. Og sum Kánus sigur: Tíðin er ikki til.

"Ein ódeyðilig sál- og aðrar" er løgd til rætts og prentað á Hestprent. Skaldsøgan er 297 síður til longdar og kostar 238 krónur. Mentunargrunnur Studentafelagsins gevur út.