Ein dempari varð lagdur á kritiskan journalistikk

Dia Midjord metir, at eingin vinnur, um kritiskur journalistikkur verður avmarkaður.

- Eg haldi ótilvitað, so hevur dómurin í Føroya rætti havt sína ávirkan á kritiskan journalistikk. Síðani dómin í Føroya rætti hevur verið trupult at sæð nakran kritiskan journalistikk. So tað tykist, at hann hevur lagt ein dempara á tað. Tá vinnur eingin. Tá er betri, at man ger feilir, enn at man minkar um kritiskan journalistikkin, tí man ikki ynskir at særa nakran.


Tað sigur Dia Midjord, kringvarpsstjóri, nú Eystara landsrættur hevur fríkent hann og tvey onnur starvsfólk í Kringvarpinum, umframt Svein Tróndarson, blaðstjóra í Dimmalætting, fyri ærumeiðing móti Jørgen Niclasen, formanni í Fólkaflokkinum.


Dia Midjord leggur dent á, at málið ikki snýr seg um Kringvarpið ella Jørgen Niclasen, men hvat pláss pressufrælsi hevur í Føroyum.


- Hetta er ikki ein spurningur um Jørgen Niclasen vann ella Kringvarpið vann, men heldur um pressufrælsi. Hetta málið snýr seg um frælsi hjá fjølmiðlunum at avdúka illgrunasom viðurskiftir. Dómurin í Føroya rætti gav hesum eitt skot fyri bógvin.


- Vit mettu, at talufrælsi varð skert í Føroya rætti, og var tað orsøkin til, at vit kærdu dómin. Hesin dómurin staðfestir, at pressufrælsi í Føroyum er tað sama sum aðrastaðnis.


Kringvarpsstjórin metir, at dómurin ikki bara er ein sigur fyri Kringvarpið, men fyri alla tað føroysku pressuna.


- Fyri pressuna er hetta øgiliga týdningarmikið. Frá byrjan av hava vit sagt, at málið skal síggjast sum ein heild, og at einstakar ikki útsagnir ikki skulu pilkast úr samanhangi. Dómurin í Eystara landsrætti endurspeglar hetta, og gevur pressuni víðar rásir at kanna eitt mál, um tað er ein rímiligur illgruni. Pressan kann fara rættiliga langt.


- Men tá man er so nær við markið, so má man eisini verða greiður yvir, at man skjótt kemur í tí grá økið við kritiska journalistikkinum. Tá má man ansa sær at fari ikki verður um mark.