Ein danskur trupulleiki?

Tað er ikki rætt, at føroyskt fólkatingsumboð skal gera av, um danir skulu hava eina javnaðarstjórn ella eina borgarliga stjórn, sigur nýggi fólkatingsmaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, sum fer at halda vallyftini um ikki at blanda seg í danskan innanríkispolitikk

? Vit hava í valstríðnum sagt, at vit ikki fara at lima okkum inn í tingbólkin hjá danska Javnaðarflokkinum, at vit ikki fara at luttaka í donskum innanríkispolitikki, og at vit heldur ikki fara at stuðla eini borgarligari stjórn. Ein politikari, sum ikki heldur síni vallyfti skapar ikki virðing, og eg fari at halda míni lyfti, sigur Jóannes Eidesgaard, nýggi fólkatingsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum, sum í løtuni er ein av mest sentralu persónunum í danska kongaríkinum.

? Tað ber ikki til hjá mær at fella eina javnaðarstjórn, og tað ætli eg mær heldur ikki at gera. Tætta samstarvið við danska Javnaðarflokkin er kortini brotið, sigur Jóannes Eidesgaard, sum vísir á, at hann ikki fer at gera sum undanmenn hansara í Javnaðarflokkinum, P. M. Dam, Johan Nielsen, Jákup Lindenskov og Atli Dam, gjørdu. Teir vóru allir limir í tingbólkinum hjá danska Javnaðarflokkinum. Tískil hevur Javnaðarflokkurin nú skift kós í fólkatingsarbeiðinum, og sambært Jóannesi Eidesgaard, so er ikki talan um leys orð - tí lyftini skulu haldast, sigur hann.


Jóannes Eidesgaard heldur, at nýggja støðan hjá Javnaðarflokkinum hevur havt týdning í valstríðnum og verið við til at tryggja Javnaðarflokkinum mannin valdan aftur.

? Okkara uppgáva er jú ikki at siga, hvørja stjórn danir skulu hava. Tað er ikki rætt at gera sum Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin - beinleiðis at leggja seg út í innanhýsis donsk viðurskifti. Danir skulu sjálvir gera av, hvørja stórn teir skulu hava - hatta er teirra trupulleiki, ger Jóannes Eidesgaard greitt.

Annars minni Jóannes Eidesgaard á, at tað, sum seinastu dagarnar hevur verið spátt um, at danir skulu hava nýggja borgarliga stjórn, er ov mikið uppreklamerað - eisini tað, at Uffe Ellemann -Jensen skal vera tann stóri »Føroyar-vinurin«.

? Vit eiga at hava í huga, at Uffe Ellemann-Jensen var sum uttanríkisráðharri ein ógvuliga týðandi persónur í Schlüter-stjórnini, sum legði til rættis allar ólukkurnar í bankamálinum. Tað var tann stjórnin, sum setti Føroyabólkin, tað var tann stjórnin, sum setti á stovn Fíggingarstjórnin og tað var tann stjórnin, sum setti Richard Mikkelsen at leggja tilrættis føroysku »yvirtøkuna« av bankanum, sigur Jóannes Eidesgaard.

? Á fólkatingi fari eg at gera tað, sum tænir Føroyum best - og tað er ikki at luttaka aktivt í eini danskari stjórn - tað verður seg ein borgarlig ella ein javnaðarstjórn, men sum javnaðarmaður, so fegnast tú altíð um, at javnaðarflokkar í øðrum londum klára seg val, tí tú kanst ikki nokta fyri tað, tú ert: Tað ber ikki til at vera baptistur sunnudag, kirkjufólk mánadag og eitt annað týsdag - tú ert tað tú ert, sigur Jóannes Eidesgaard.