Ein dagur av jørð ella ein rakstur aftrat

Hann ætlaði bert at keypa ein jarðarteig aftrat soleiðis, at livi líkindini gjørdust heldur betur. Eingin ivi var um tað, men nú ráddi um at finna rætta vinin, ið vildi selja ella geva ein líkinda teig.

Sanniliga kemur hann fram á ein mann, ið býður honum tað av jørð, ið hann megnar at ganga um, áðrenn dagsett er. Hetta var ikki eiti á tilboð.

Monnum líkt, dróg hann andan djúpt og helt avstað. Her var fongur at fáa.

Sum tey flestu munnu vita, og onnur gita, gekst honum ikki so væl. Hann kom sær sjálvum undir sprongdargongu. Væntaði miklan fong, men fall deyður á vali áðrenn sólin setti. Hetta lokkandi til - boðið kostaði honum lívið. Ein dýrur blokkur.

Sorgarsøgur eru eisini her á landi um fiskimenn, ið ætlaðu sær at landi á kvøldi við nærum fullsettum báti. Men tá ið siglast skuldi helt onkur, at nakað mundi kunna dragast aftrat, ein rakstur kunnu vit leggja aftrat. Hetta leggið kostaði teimum lívið. Teir ovfyltu bátin. Tá er lítið vunnið. Tá royndist betur at verið nøgdur við eitt sindur minni.

Føroyingar standa nú á fríum vølli ella flóta á opnum havi, og skulu til at velja. Eitt týdningarmikið val.

Úti í havsbrúnni ella heilt úti undir vaðingini hongur ein posi. Tað frættist, at hann er fullur av gloypibitum ella á tremur av milliónum av krónum í donskum peningi. Men ð ljóðar, at summir av hesum gloypibitum eru fyltir innan við húkum soleiðis, at um tú svølgir ein tílíkan, gerst tú fastur, tí teymur er á hvørjum húki. Tú sleppur ikki leysur aftur.

Hinvegin sigast milliónirnar hava tann eginleika, at velur tú tær, vil tú bara hava meira, og sleppur ikki úr stað; tú kemur ikki longur fram á vegin, og stendur eftir við tí tómu tægu. Eitt torført val.

Nei. Nu er tað so, at føroyingar og danir eru farnir í samráðingar um framtíð okkara. Teir byrjaðu ein fríggjadag. Hvat skuldi ein vænta?

Men líkamikið. Nú er fyrri ella fyrsti hálvleikur spældur. Danir løgdu í vaðið við snarálopum og hørðum taklingum, men sum vera man, Anfinnur fylti væl uppí málið, so bólturin kom ongantíð í netið.

Fyrri hálvleikur endaði sostatt við, at danir fingu gula kortið fyri ovhart spæl, og føroyingarnir byrja tískil annan hálvleik við hornasparki. Hetta verður 6. apríl.


Sjúrður Poulsen