Fiskamerkir
Hósdagin, 11. november, skipaði Fiskirannsóknarstovan fyri lutakasti um tær kr. 10.000 fyri vinnandi fiskamerkið. Lutakastið fór fram í kantinuni á Fiskavirking í Saltangará, og tað var Petur Henry Mohr úr Saltangará, sum tók vinnandi seðilin undir eftirliti av Tórhalli Patursson, sum arbeiðir hjá Landsgrannskoðanini.
Tilsamans 783 fiskamerkir eru latin Fiskirannsóknarstovuni seinastu 12 mánaðirnar. Av teimum luttóku 736 í lutakastinum um vinningin. Hini 47 merkini, sum ikki vóru við í lutakastinum, eru annahvørt latin inn av fólki, sum hava beinleiðis tilknýti til Fiskirannsóknarstovuna ella eru frá virkjum og stovnum uttanlands.
Tað var manningin á Sjóstjørnuni, sum vann lutakastið og tær kr. 10.000, og tað var eisini manningin á hesum báti, sum hevði latið flest merkir inn, nevniliga 42 í tali.
Vinnandi fiskamerkið var av einum toski, sum er merktur vestanfyri Suðuroynna í oktober 2002. Toskurin varð fingin aftur á umleið somu leið - eitt ár seinni.
Hesin eini toskurin má sigast at hava fingið ein sera góðan prís. Fyrst fekk sendarin kr. 100 fyri fiskin umframt kiloprísin, sum gevur umleið kr. 160. Aftrat hesum komu so tær kr. 10.000, sum var virðislønin fyri at vinna kappingina.









