Ein dýrur býtúrur í Havn nátt

Ein maður gjørdi alt hann kundi fyri at fáa bót – og tað fekk hann so sanniliga eisini

Ein býtúrur í Havn í nátt varð ein dýr søga fyri ein mann, sum ikki dugdi sær hógv.

 

Hann gjørdi hat hann kundi fyri at fáa bót og tað fær hann eisini, so tað munar, tí býtúrurin kostar honum nevniliga 2300 krónur í bót.

 

Tá ið løgreglan vildi hava at vita, hvør hann var, noktaði hann at svara. Navn, føðingardagur og bústaður er annars tað einasta, fólk altíð hava skyldu til at upplýsa løgregluni.

 

Tað fær hann 1000 krónur í bót fyri. Men í sama viðfangi knallaði hann nevan niður í løgreglubilin og tískil fær hann eisini bót fyri harðligan atburð. Tað kostar honum 800 krónur í bót. Og fyri at seta trumfin á, vísti hann eisini løgreglufólkunum longutong og sostatt fær hann eisini 500 krónur í bót fyri vanvirðisligan atburð ímóti løgregluni.

 

Hann varð tikin við á løgreglustøðina, har løgreglan fekk greið á, hvør hann var, áðrenn hann varð leyslatin aftur.

 

Annars hevur tað verið nógv fólk í býnum í nátt, men tað hevur verið friðarligt í nátt, sigur løgreglan.