16. februar í 1998 hevði Heidi Hvidbro sett ein týdningarmiklan kross í álmanakkan. Hendan dagin skuldi hon til próvtøku og harvið gera dreymin um at gerast heilsuatstøðingur til veruleika. Dagurin gjørdist eisini týdningarmikil, men ikki soleiðis, sum Heidi hevði ætlað. Tí tá hennara floksfelagar fóru til próvtøku, varð Heidi løgd undir skurð fyri bróstkrabba, har annað bróstið varð skorið burtur.
- Eg fór til próvtøkuna seinni, so sum eg síggi tað í dag, fekk eg tvær útbúgvingar. Hana, eg fór eftir, og so ein óvæntaðan men dýrabæran lærdóm í, at vit ongantíð kunnu planleggja longur enn til eitt vist, og at onki er ein sjálvfylgja, sigur Heidi.
Knykilin
Tá Heidi flutti við familjuni til Danmarkar at lesa í 1996, hevði hon kent eitt sindur av pínu í vinstra brósti í eina tíð. Sum vera man, hugsaði hon eisini tankan, at tað kundi vera bróstkrabbi, men helt kortini ikki, at eyðkennini hóskaðu heilt.
- Eg helt meg hava hoyrt, at ein knykil í bróstinum sjáldan er pínufullur. Tí kendi eg tað næstan sum ein lætta, at eg hevði so nógva pínu, at eg illa fekk ligið á vinstru síðu, tá eg svav.
Heidi hevði longu tá verið til mammografikanningar, sum tó onki illgrunasamt høvdu víst. Men til endan gjørdist pínan so ring, at Heidi fór enn einaferð til læknan, sum sendi hana til enn eina mammografikanning. Hetta var beint áðrenn jól, og í allari jólastákanini royndi Heidi at skúgva tankan um bróstkrabba frá sær. Og sjálv helt hon, at tað eydnaðist rættiliga væl.
- Tað man tað ikki hava gjørt allíkavæl. Eg minnist tann eina dagin, vit sóðu ein film um bróstkrabba á skúlanum. Mitt í filminum kom lærarinnan yvir til mín og spurdi, um eg hevði bróstkrabba tætt at í mínum lívi. Eg bleiv eitt sindur kløkk og svaraði uttan at hugsa, Ja, eg sjálv. So ta løtuna havi eg ikki dugað so væl at fjala mínar kenslur og tankar, sum eg annars gekk og helt.
Ivin og trúgvin
Úrslitið av kanningini vísti, at knykilin var illkynjaður, og enn ein roynd staðfesti, at krabbameinið hevði breitt seg til lymfurnar. Læknin mælti tí til, at Heidi alt fyri eitt varð løgd undir skurð, og at bróstið bleiv tikið.
- Eg sat bara har og stardi uppá læknan og føldi tað sum, at eg smokkaði niður í eitt djupt, djúpt hol fullkomiliga maktaleys. Maður mín, sum hevur verið ein ótrúligur stuðul allan vegin ígjøgnum, var hjá mær, og sjálvt um túsund tankar mólu í høvdinum, sissaðist eg so mikið, at eg fekk hugsa nøkunlunda klárt. Eg eri trúgvandi, og sjálvt um eg ta løtuna onga hóming hevði av, hvussu alt kom at ganga, var eg fullvís í, at Gud fór at hjálpa mær ígjøgnum.
Fyri Heidi kundi tað heilt einfalt ikki bera til, at hon hevði rykt familjuna úr sínum vanta umhvørvi og nú sat í einum fremmandum landi púra ráðaleys, uttan at Gud hevði eina meining við tí.
- Eg, sum hevði stungið eina neyva kós út í kortið, stóð nú knappliga har, sum var eg tveitt út á ein ókendan motorveg uttan at ána, hvar eg endaði. Tað var øgiliga ørkymlandi, men spakuliga byrjaði eg at síggja øðrvísi uppá næstan alt. Tað var, sum at eg skuldi heilt niður á botn fyri at byggja meg sjálva uppaftur. Lívsviljin gjørdist so sterkur, at sjálvt tá kemoviðgerðin var um at súgva allarseinasta orkuna úr mær, treiskaðist eg víðari í skúlanum sannførd um, at hetta nokk skuldi ganga, sigur Heidi men leggur erliga afturat, at í løtum spøkti ivin kortini. Í dag veit hon, at tað er ikki heilt rætt, tá hon hevur sagt, at hon ongantíð hugsaði tankan, at hon kanska fór at doyggja av hesum. Hon minnist til dømis, at tað bleiv ómetaliga týdningarmikið fyri hana, at alt viðvíkjandi børnunum var, sum tað skuldi, heilt niður í minsta smálut. Í dag heldur hon, tað má hava verið tankin um, at hon kanska skjótt mátti fara frá teimum, sum gjørdi tað so umráðandi at vita, at alt var í lagi.
Valið
At fáa staðfest bróstkrabba merkir ikki minst, at tú verður noydd at taka støðu til, hvørja viðgerð tú vilt taka ímóti. Tilboðini eru mong og gerast alsamt fleiri, og fyri mong kann tað tykjast sera ørkymlandi at skula velja. Heidi fekk til dømis bjóðað at lata eina teldu velja fyri seg, eftir at ymsir upplýsingar vórðu tastaðir inn, men Heidi hevði tá longu valt at taka ímóti tilboðnum um kemoviðgerð.
- Seinni segði læknin mær, at hann kortini hevði tastað mínar upplýsingar inn, og at teldan skjeyt upp, at eg skuldi í kemoviðgerð, smílist Heidi og heldur fram
- Eg havi líka frá byrjan valt ta viðgerð, sum eg føli hóskar best til mín. Eg fylgi væl við í tí, sum hendir á økinum, og ráðføri meg sjálvandi við læknarnar, men í síðsta enda hevur avgerðin altíð verið mín egna. Menniskju eru so ymisk, eisini krabbameinssjúklingar, og tað verður ringt at trúgva uppá tað góða við viðgerðini, um tú kennir teg tikna av ræði, ella at tú ert í fer við at gera nakað, sum veruliga býður tær ímóti.
Heidi setti sítt álit á kemo- og stráluviðgerðina og á, at eitt hægri vald helt hondina yvir henni. Tí eru tað heldur ikki marrukendar myndir, sum koma fram fyri Heidi, tá hon minnist aftur á hesa tíðina. Ikki tí, viðgerðin ikki tók hart uppá hana, meðan hon stóð uppá, men við góðum stuðli frá manninum og familjuni og trúnni uppá, at hetta fór at hjálpa, var hetta sum heild ein lívsjáttandi tíð fyri Heidi.
Tá Heidi hetta tíðarskeiðið kortini fekk óneyðuga torfør viðurskifti at stríðast við, var tað á ein heldur óvæntaðan hátt. Meðan hon var í kemoviðgerð, hevði hon sett sær fyri at fara heim í praktikk sum heilsuatstøðingur. Av ymsum orsøkum gjørdist flytingin úr Danmark til Føroyar eitt nærum vónleyst stríð við eitt stívrent skrivstovuveldi. Spakuliga fekk Heidi illgruna um, at hetta komst av, at tað gekk fram av hennara pappírum, at hon var krabbameinssjúklingur.
- Eg var so kroyst til endan, at eg ein dagin ringdi og segði: Fyri tað, um tit ikki trúgva uppá at eg blívi frísk, so trúgvi eg uppá tað. Eg vænti sjálvandi ikki, at nakar hevur handlað í ringum vilja, men tað vóru veruliga løtur, har eg kendi tað sum, at mítt mál bleiv lagt til viks, tí tað kundi verða líkamikið eg var ein, sum fór at doyggja allíkavæl.
Óttin
Nú, sjey ár eftir at hon fekk staðfest bróstkrabba, hevur Heidi tað í allar mátar gott. Hon er í hormonviðgerð og gongur til eftirkanningar, og onki bendir á, at sjúkan fer at gera um seg aftur.
- Skuldi óttin sníkt seg inn á meg, havi eg altíð onkran at venda mær til. Eg veit ikki, hvar eg hevði verið í dag, um tað ikki var fyri familjuna, vinir og starvsfelagar og ikki minst tey í Føroya Felag móti Krabbameini, sum altíð hava verið klár at hjálpa og lurta. Tað hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri meg at sleppa at tosa um sjúkuna, og at onkur altíð hevur tímað at lurta, og tí havi eg eisini ótrúliga nógv at takka kvinnunum í sjálvhjálparbólkinum Bót til Bata fyri, sigur Heidi, sum í dag er formaður fyri bólkinum.
Fyri Heidi er tað ein stór gleði at kunna brúka sínar upplivingar at hjálpa øðrum, bæði í arbeiðinum í Krabbameinsfelagnum og í sínum dagliga starvi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Útbúgvingina sum heilsuatstøðingur fekk Heidi nevniliga á tvey ára degnum, sum hon varð skorin fyri bróstkrabba. Men hugurin at læra nakað nýtt steðgaði ikki har, og í dag er Heidi í holt við enn eina útbúgving, hesuferð innan demenssjúkuna.
- Lívið heldur jú fram. Eg veit, at krabbameinssjúkan fer at verða mín lívslangi fylgisveinur, og tað havi eg lært at liva við. Eg havi so nógv at vera takksom fyri, at eg heilt einfalt ikki kann loyva óttanum at oyðileggja mítt lív. Hugsa tær, í dag er tann yngsti sonurin 10 ár, meðan tey bæði eldru børnini eru í ferð við hægri útbúgvingar nakað eg ikki trúði, at eg fór at uppliva.
- Tá tú verður rakt av eini so álvarsligari sjúku, er tað sum, at allar vanligar verjumekaniskur rapla, og tú fert at uppliva alt ótrúliga sterkt. Hvør dagur og hvør løta kennist sum ein gáva, og tað hevur lært meg at liva í núinum tað er jú tað einasta vit hava í síðsta enda. Hetta hevur verið ein harður lærdómur, men eg vildi ikki á nakran hátt verið hann fyri uttan, sigur Heidi at enda.










