Ein dýr ósemja

Ósemjan í donsku stjórnarsamgonguni um tann ætlaða gjaldsringin rundan um Keypmannahavn hevur verið dýr fyri samgonguna og serstakliga sosialdemokratarnar. Tað vísir ein meiningakanning, sum Megafon hevur gjørt fyri Politiken og TV2.

Kanningin vísir, at var fólkatingsval nú, høvdu sosialdemokratarnir fingið 20,2 prosent av atkvøðunum, og so lítla undirtøku hevur flokkurin ikki havt síðani 1998, tá Poul Nyrup Rasmussen breyt lyftið um eftirlønina. Samanborið við valið í fjør er afturgongdin hjá sosialdemokratunum 4,6 prosentstig.

Avleiðingin er hesum er, at hevði fólkatingsval verið nú, hevði andstøðan vunnið rættiliga greiðan sigur við 54,3 prosentum av atkvøðunum ímóti 45,7 prosentum til stjórnarsamgonguna.