Í Dimmalætting 30.01.02 letur Sámal P. í Grund, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, okkum vita, at almannaøkið er eftirbátur og at tørvurin á røktar- og búplássum er hin sami nu sum tá íð henda samgongan tók við leiðsluni fyri úti við fýra árum síðan, tí hann hevur ongar íløgur gjørt í hesum tíðarskeiði.
Hetta er ikki rætt, sigur ein av samgongufeløgunum hjá honum undir orðaskiftinum í Løgtinginum um privatisering. Tá íð ein av tingmonnunum segði nøkulunda tað sama sum Sámal P. í Grund, svaraði Anita á Fríðriksmørk honum aftur, at hetta passaði ikki, tí í hesum valskeiði hevði samgongan brúkt 400 mió. kr. á almanna- og heilsuøkinum og 200 mió. kr. á skúlaøkinum.
Men helst hava tey bæðið rætt, so merkiligt tað kann ljóða.
Tá íð vit í politiska orðaskiftinum hava hava víst á, at samgongan millum lítið og einki hevur fingið á skafti á teimum ymisku økjunum, hevur svarið ofta verið: Passar ikki, vit hava brúkt so og so nógvar milliónir krónur. Sum um tað var eitt prógv í sjálvum sær at hava brúkt nógvar milliónir!
Og júst tí kann eisini vera eitt ávíst samsvar millum hesar báðar útsagnir. Niðurstøðan verður tá, at Sámal P. í Grund og aðrir landsstýrismenn lítið og einki hava fingið fyri milliónirnar hjá Anitu á Fríðriksmørk.
Og hetta samsvarar væl við vanligu myndina av samgonguni fyri alt valskeiði. Nógvar milliónir brúktar á eini bólgnandi fíggjarlóg, men lítið sæðst aftur. Alt okkara vælferðarøki liggur í sama vánaliga standi sum tá í samgongan tók við.
Sambandsflokkurin hevur ferð eftir ferð víst á henda trupulleika, men hevur ikki fingið undirtøku frá hinum flokkunum til at gera nakað munagott.
Samgongan hevur gjørt eina fíggjarlóg, sum longu við ársbyrjan hevur hall. Oman á hetta hallið fer at koma útreiðslurnar til øll tey gyltu vallyftini, sum sama samgonga er farin undir at lova. Og tað er bert eitt stað at fara eftir pengunum og tað er hjá borgarunum.
Men arbeiðið, sum samgongan ikki hevur gjørt skal gerast ? og fíggjast. Tí verður neyðugt at hugsa aðrar vegir tá íð pensiónir, røktarheim, skúlar, sjúkrahús o.s.fr.v. skulu hava ábøtur ella gerast av nýggjum. Peningur kann sum kunnugt bert nýtast einaferð og hesaferð hevur samgongan brúkt allar og meira afturat uttan at fáa nakað afturfyri.
Men fyri at hugsa nýtt, má nýtt fólk til ogt tá íð á hevur staðið fyrr og óskil hevur verið á, hevur tað ofta verið ein góð loysn at lata Sambandsflokkinum ta politisku leiðsluna og soleiðis man eisini vera hesaferð. Sambandsflokkurin kann venda gongdini ? bæðið frá fíggjarligari vanstýring og fullveldi.