Ein dýr søga ikki at brúka eina løtu upp á hetta

Í besta føri endar tað við eini bót – í ringasta føri rýkur koyrikortið

Í gjár seðgaði løgreglan einum bili, tí at bilførarin ikki hevði nóg gott útsýnið. Tað hevur verið kalt og kavi og bilførarin hevði ikki gjørt sær ómak við at skrava kava og ís av bakrútinum á bilinum. Sostatt hevði hann ikki tryggja sær at hann hevði nóg gott útsýnið aftureftir, og tað fekk hann bót fyri.

Bilførarar hava skyldu til at tryggja sær, at teir síggja út ígjøgnum allar rútarnar, og løgreglan sigur, at tískil loysir tað seg væl at brúka einar tveir minuttir upp á at skrava ís og kava av bilrútunum. Bilførarar, sum ikki gera tað, kunnu fáa bót, og tá sleppa teir bíliga, tí dømi eru eisini um, at bilførarar hava mist koyrikortið treytað, tí at teir eru farnir í bilin, hóast tað er so nógvur kavi á forrútinum, at tað, at kalla, ikki sæst ígjøgnum hann. Sostatt mugu teir upp til nýggja koyriroynd fyri at varðveita koyrikortið.

Annars gjørdi løgreglan eisini ferðslukanning í Norðoyatunlinum í gjár og har fingu tríggir bilførarar bót. Tveir koyrdu 102 kilometrar um tíman, men tann triði koyrdi 122 kilometrar um tíman og hann fær so eisini eitt klipp í koyrikortið.