Ein dýr pannukøka

Ein 25 ára gomul kvinna í norska býnum Straume var í vikuni farin ein túr til Bergen. Svongdin kom á hana, og tá hon ikki hevði nakrar pengar uppi á sær, gjørdi hon ikki mætari enn at stjala eina pannukøku í einum handli.

Handilsmaðurin ringdi alt fyri eitt til løgregluna, sum tók kvinnuna stutt eftir. Sambært blaðnum Vest-Nytt hevur kvinnan greitt løgregluni frá, at hon væntaði ikki at verða revsa fyri at taka eina pannukøku, og harafturat var hetta heldur ikki tann fyrsta pannukøkan, sum hon hevði tikið.

Men ákæruvaldið er eirindaleyst. Tað hevur gjørt av, at kvinnan skal gjalda 1.000 krónur í bót. Rindar hon ikki bótina til ta ásettu tíðina, skal hon sita í fongsli í tríggjar dagar. Vit kunnu skoyta uppí, at í handlinum kostaði pannukøkan 16,50 krónur.