Ein dýr náttúruvanlukka

Jarðskjálvtin og flóðaldan í Japan fyri fýra vikum síðani fara ætlandi at kosta altjóða tryggingarvinnuni einar 34 milliardir dollarar ella umleið 175 milliardir krónur. Tað sigur felagið RMS, sum ger skaðametingar av náttúruvanlukkum.

Felagið sigur, at tryggingarfeløgini noyðast at rinda millum 18 og 26 milliardir dollarar fyri bygningar og annað, og at útreiðslurnar fyri lívs- og heilsutryggingar verða millum tríggjar og átta milliardir dollarar.

Tvær aðrar fyritøkur hava mett um skaðan av jarðskjálvtanum og flóðalduni, og teirra metingar eru heldur lægri enn tann hjá RMS.

Niðurstøðan er, at vanlukkan í Japan kann gerast tann dýrasta fyri tryggingarfeløgini í mong ár, og tað hevur longu gjørt, at tryggingar eru vorðnar dýrari nógvastaðni kring heimin, skrivar Reuters.