Kappróður
Ein sponsoravtala sum so mangar aðrar, vildi onkur kanska hildið. Men tá tað snýr seg um Katrin Olsen, so tykist hugtakið »sum hini« als ikki at vera til.
Meira enn nakar annar, so hevur hon víst, hvussu tú kanst røkka høgum málum. Og sum hon sjálv tók til, tá tíðindafundur var í Müllers pakkhúsi í morgun, so er komandi OL-luttøkan tað, sum hevur verið dreymurin seinastu fýra árini.
Fyrimyndir
Tað eru Tryggingarfelagið Føroyar og Eik Banki, sum eru gingin saman um sponsoravtaluna við Katrin Olsen og Juliane Elander. Og frá báðum sponsor-pørtunum tykist talan vera um einvíst positivt sponsorat.
- Katrin Olsen er ein framúr fyrimynd fyri allar føroyingar. Hon hevur sett sær høg og avbjóðandi mál, ið hon miðvíst hevur arbeitt fram ímóti og rokkið. OL-gullheiðursmerkið er hennara næsta mál, og Tryggingarfelagið Føroyar er fegið um at stðula undir, at hon kann røkka hesum máli – persónliga, fyri bátin og fyri føroyingar, segði Kristina Háfoss, sum er deildarstjóri á Tryggingarfelagnum.
- Eik kennir seg aftur í Katrini og Juliane. Tær eru arbeiðssamar, treiskar og duga væl at samstarva fram móti teimum stóru úrslitunum. Og so skapa tær úrslit uttanlands. Eik fær fyrimun av sponsoratinum bæði í Føroyum og Danmark, segði Ólavur Jensen, sum er marknaðarleiðari í Eik Banka.
Cool
Stóri persónurin á tíðindafundinum var tó Katrin Olsen sjálv. Og hon tóktist ovurfegin um sponsoravtaluna, sum nú er komin undir land.
- Eg haldi tað faktiskt vera ordiliga cool, at vit hava ein føroyskan sponsor. Tá eg fari til OL, so er tað sjávlandi sum partur av danska landsliðnum. Men sjálv eri eg føroysk, og tí hevur hetta ótrúliga nógv at siga fyri meg persónliga. Og eg haldi eisini at hini kring liðið hjá okkum eru glað um avtaluna. Tað er jú nakað serligt, tá talan er um føroyskar sponsorar. Líka sum ein eyka lekkur detalju í øllum tí, sum annars gongur fyri seg.
- Og fyri meg hevur tað eisini nógv at siga, at vit soleiðis fáa stuðul heimanífrá. Eitt tann fíggjarligi parturin – vit skulu jú helst ikki seta okkum í skuld fyri at kappast í OL. Men tað at vit og vinnulívið kunnu brúka hetta til at spegla okkum sjálvum í, er eisini positivit. Og at eg skal verða nevnd sum fyrimynd, er eitt sindur rørandi.
- Men tað merkir jú eisini, at eg kenni ein uppbakning úr Føroyum. Og tann parturin hevur eisini nógv at siga. At tú hevur fingið ein mail ella SMS við ynskum um góða eydnu ella »koyra á«, er eisini nakað, sum tú kanst brúka, tá tú situr í bátinum og koyrir allar tankar um annað enn róðurin burtur. Og í so máta eri eg bæði stolt og fegin um hendan møguleikan, segði Katrin.









