Superliga
Í donsku miðlunum varð dysturin mánakvøldið millum OB og Silkeborg mettur sum ein av tí tamara slagnum.
Dysturin varð avgjørdur, tá Ulrik Pedesen miðskeiðis í fyrra hálvleiki sendi bóltin í kassan. Nakað seinni kundi OB økt um leiðsluna, tá Maichale Larsen hjá Silkeborg varð útvístur, samstundis sum OB fekk tillutað brotsspark. Møguleikin varð tó misnýttur, og við 10 monnum varð Silkeborg nær við at javna, men hvørki dómari ella hjálpardómari varnaðust, at Henrik Tømrer Pedersen hevði skotið bóltin inn um strikuna, áðrenn OB verjuleikari ruddaði burtur.
Per aftur á vøllinum
Ein hending var tó, sum fram um aðrar stjól yvirskriftirnar. Tað var tá svágurin hjá føroyska landsliðsmanninum, Per Byrial Pedersen varð sendur á vøllin í seinna hálvleiki.
Per er giftur Anju Byrial Hansen, sum fyri fáum árum síðani var partur av donsku jarn-damunum, sum bergtóku allan hondbóltsheimin. Yrkisleið hennara endaði, tá hon gjørdi av, at nú átti maðurin tørn at royna seg.
Per Pedersen stóð tá ovast á danska stjørnuhimmalinum, eftir at hann millum annað hevði skorað við einum vøkrum saksasparki í landsdysti móti Fraklandi, og enska Blackburn beyð OB 25 mió.kr. fyri leikaran.
Skaðar gjørdu um seg
Fótbóltseydnan var tó ikki við honum í Onglandi. Venjarin, sum hevði keypt hann, varð stutt eftir hetta sagdur úr starvi. Nýggi venjarin, sum var Roy Hodgson, hevði danan sum fjórða val í álopinum, og tí var tað so sum so við spælitíð.
Leigumál í Fraklandi og Týsklandi vórðu heldur ikki eydnan hjá framherjanum, sum at enda flutti aftur til OB. Heldur ikki her tóktist eydnan at vera við honum, og eftir hann leingi hevðidrigist við skaða í hælsinuni, noyddist hann at enda at leggjast undir skurð.
Síðani eru lidnir 15 mánaðir, har eingin hevði roknað við, at Per nakran tíð aftur fór at spæla superligubólt aftur, men hesir spádómar eru nú gjørdir til skammar.
Við sigrinum vann OB seg upp á sætta plássið í donsku superliguni. Teir eru seks stig aftan fyri Brøndby á fremsta plássinum.