Hvussu fara tunnilsgjøld og tilfeingisgjald at ávirka kappingarførið hjá vinnuni í Klaksvík og í Norðoyggjum annars.
Tað er spurningurin, sum verður viðgjørdur á almennum fyrilestri, sum Vinnulívsráðið í Klaksvík skipar fyri í Sjónámi hóskvøldið.
Tað verður Bjarna Arnason, grannskoðari, sum fer at útgreina spurningin.
Bjarni Arnason hevur ígjøgnum árini gjørt nógvar útgreiningar, metingar og útrokningar m.a av fiskiskipaflotanum og týdningin av honum fyri samfelagið, sigur jógvan við Keldu frá Vinnulívsráðnum.
Spurnngurin um tilfeingisgjøld, og gjøldini fyri at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar, hava verið frammi við jøvnum millumbilum.
Og í fyrilestri sínum fer Bjarni Arnason at lýsa, hvussu nógv verður goldið í tunnilsgjaldi og tilfeingisgjaldi, og hvar, og hvussu, hesin peningur verður brúktur.
Tað er eisini lagt upp til, at tey fara at umrøða, hvat hendr um so er, at hesi gjøldini verða broytt og um hetta kann kallast ein skattur á Norðoyggjar, ella í hvussu so er ein byrða, sum hevur sjónligar avmarkingar við sær.
|