Fíggjarætlanin hjá Tórshavnar býráð er samtykt við hesum ódámligu fortreytunum. Nevniliga at læna meira, lata vera við at rinda avdráttir og oman á tað heila at seta í verk skattalætta. Tað munnu vera tey fæstu, ið eru so ábyrgdarleys í sínum húsarhaldi, sum býráðsmeirilutin í Havn er.
Í august skrivaði eg lesarabræv undir yvirskriftini “Tað dregur á luftina um grønu umhvørvisvinarligu Tórshavnar kommunu”. Eg má bara ásanna, at tað tíverri gjørdist veruleikin, tí hetta sæst aftur í júst samtyktu fíggjarætlanini. Í lesarabrævinum var eg stúrin um ætlanina at sleppa sjóhitanum til salsølubygningin, men hetta kom tíbetur ikki at halda. Her skal meirilutin hava takk fyri, at hann broytti meining, soleiðis at sjóhitin umsíðir varð samtyktur.
Undir viðgerðini av fíggjarætlanini havi eg mangan fýlst á, at fleiri verkætlanir á náttúru- og umhvørvisøkinum verða steðgaðar. Talan er um verkætlanir, sum hava koyrt í fleiri ár og lógu í eini tryggari legu, men sum meirilutin nú hevur steðgað. Mál sum súkklubreytir, spillivatnsætlan, orkusparing á gøtuljósum, frílendisætlan við Boðanes-Hoydalar, fjarhiti og dagføring av Sundsvegnum. Hóast hetta eru demokratiskar fyritreytir í politiska landslagnum, so harmist eg um avgerðina hjá meirilutanum at steðga hesum ætlanunum, tí tær als ikki eru við í íløguætlanini fyri 2015.
Spillivatnsætlanin hevur verið raðfest frammaliga síðstu árini, og slakar 100 mió. krónur eru nýttar til kloakkir og útlop síðani 2005 fyri at fáa skil á hetta gloymda og tó so týdningarmikla mál. Tó er langt eftir, til málið er loyst, tí mett verður, at eini 70 mió. krónur skulu brúkast afturat. Millum annað til at skifta 19 kilometrar av betonkloakkum, sum liggja og leka mannatrekk. Hetta økið varð raðfest til frama fyri trivnaðin hjá borgarum, heilsu og umhvørvi okkara. Fyri ítøkiliga at koma við einum dømi, so er trivnaðurin í Vágsbotn prógv fyri, hvat tað er, vit fáa afturfyri, tá fortreytirnar eru í lagi.
Borgarstjórin brúkar javnan sum grundgeving fyri ikki at halda áfram við spillivatnsætlanini, at landið fer at broyta freistina frá 2015 til 2019. Hvør skal siga, so kunnu vit bara leggja okkum afturá og bíða eftir tí. Nei, góði borgarstjóri, tað er fyri okkara egna besta, at spillivatnsætlanin hevur havt hægstu raðfesting síðstu árini. Vit tóku ábyrgd fyri heilsu, vælveru og trivnaði hjá borgarunum í kommununi, og ikki einans tí ein kunngerð ásetir hetta.
Lovar eitt í dag, og eitt heilt annað í morgin Eingin langtíðaríløguætlan er enn at hóma. Hinvegin skjóta brádliga íkomin populistisk mál seg upp sum hundalond frá degi til dags, meðan langtíðarætlanir, sum hava koyrt í nógv ár í tryggari legu, verða skotnar niður. Borgarar fáa lovað eitt í dag og annað í morgin. Bara í ár kann eg nevna dømir um umraðfestingar, har borgarar verða hildnir fyri gjøldur. Íløgan til fjarhita og dagføringar av Sundsvegnum vórðu í vár umraðfestar til judo og badminton. Í heyst er so aftur ein umraðfesting á skránni, tí nú verður játtanin aftur tikin frá judo og badminton og ístaðin flutt til ein fótbóltsvøll í Hoyvík. Á komandi býráðsfundi er enn ein onnur umraðfesting á skránni. Nú er tað golf, sum stendur fyri skotum, tí har skulu 1 mió. krónur takast av. Hetta eru bara nøkur fá dømir um óskilið og vánaliga handalagið hjá býráðsmeirilutanum. Einki yvirskipað og eingin stýring, men ein skúta, sum rekur fyri vág og vind.
Tómt lyfti til Havnar Svimjifelag Fleiri dømi kunnu nevnast um vantandi kósina hjá meirilutanum í Tórshavnar býráð við borgarstjóranum á odda. Eini 100-200 fólk hjá Havnar Svimjifelag vóru vitni til undir 75 ára føðingardegnum seint á heysti 2013, at borgarstjórin á trappuni í forhøllini kunngjørdi, at nú fingu tey ein langhyl, og at hesin skuldi standa liðugur um tvey ár. Nú er meira enn eitt ár farið, og her sæst ikki skuggin av nøkrum sum helst. Eingin verkætlan um nakran langhyl er nær námind til at verða sett í verk. Nei, her kemur eingin langhylur enn á sinni, ei heldur betri umstøður til judo, badminton ella golf, tí meirilutin raðfestir fótbólt fram um allar aðrar ítróttargreinar. Í júst samtykta fíggjarætlanini fara 20 mió. krónur til Tórsvøll, og harumframt verður farið undir at gera nýggjan fótbóltsvøll í Hoyvík, sum allarhelst fer upp um 30 mió. kr.
Smávegis glottar at hóma í seinastuni |
Hóast mínar atfinningar og stúran, so gleðist eg kortini um, at meirilutin broytti fíggjarætlanina til síðstu viðgerð, soleiðis at lendisgøturnar komu inn aftur á íløguætlanina. At frítíðarskúlin til 3. flokk kom innaftur, at játtan varð útvegað til børn við serligum tørvi, og at peningur varð settur av til ein sálarfrøðing afturat til Barnaverndartænastuna. Eins og fleiri stórar verkætlanir eru at gleðast um, ið farnar eru í gongd ella eru ávegis.









