Ein bygdarmynd horvin

Jákupi á Fossinum í Leynum til minnis

Tað var sum ein skalvur hevði lagt alla Leyna bygd í oyði, tá ið boðini bórust um, at
Jákup Hermansen, Jákup á Fossinum, sum vit øll kendu hann, ikki var ímillum okkara
longur. Hansara lívsstrongur varð so brádliga kvettur av eini syndarligari arbeiðsvanlukku.
Jákup gjørdist bert 57 ára gamal.
Tað er tungt og torført at skriva minningarorð um ein so góðan og trúfastan vin sum Jákup,
og hvaðna torførari er at lýsa hann við fáum orðum.
Jákup var ein sjáldsamur persónur. Hann hevði valt eitt lív sum stakur; var ógiftur og átti eingi børn. Men allar tær gávur, honum einaferð vóru falnar í lut, valdi hann at geva øllum teimum, sum vóru rundan um hann. Jákup var stórur og sterkur maður, men eins stórur og sterkur, ið hann var, var hann blíður, fyrikomandi og skemtiligur. Hann visti nógv og hevði eitt stak gott minni. Væl dugdi hann at siga frá, serliga frá tí gamla, og tað var bæði stuttligt og áhugavert at lurta. Hann var altíð hin sami og sást allastaðni í bygdini. Var onkur, sum trongdi til eina hjálpandi hond, so var Jákup har í stundini. Altíð drúgvur og áhaldandi. Sum menniskja stakk hann ómetaliga djúpt og fevndi breitt. Jákup var ein hin størsta myndin, bygdin nakrantíð hevur átt; ja, hann var sjálv ímyndin av Leynum.
Ungur legðist Jákup á sjógvin, og skjótt vísti hann seg at vera ein av okkara bestu sjómonnum.
Hann var kvikur, raskur og dugdi alt handaligt umborð. Eisini var hann ógvuliga hjálpsamur, og hetta hjálpsemi var hansara sereyðkenni alt lívið. Jákup sigldi fleiri ár, men ein skaði forðaði fyri, at hetta skuldi gerast hansara lívsyrki. Hann legðist uppi á landi og fór at starvast hjá Kvívíkar kommunu. Her tænti hann allari sóknini bæði væl og leingi og vann sær stóra virðing ímillum alt sóknarfólkið.
Jákup hevði eisini síni ítriv. Væl dámdi honum at flota bát og væl lá fyri. Hann fekk altíð fisk,
og at síggja hann hagreiða fiskin var ein sonn fragd. Tað sá so leikandi lætt út, tá ið hann flakti,
og knívarnir vóru altíð hárhvassir. Brýnari var hann sum fáur, og tað var mangur maður, sum
stakk inn á gólvið at fáa eitthvørt hvest. Var grind, var hann altíð í fremstu røð við sama handalagi. Men hansara størsta ítriv og hansara størsti áhugi var seyðurin. Tað var í hesum sambandi, eg kom at kenna Jákup og allar hansara eginleikar og dygdir so serstakliga væl. Jákup kendi væl seyð, hann visti nógv um seyð og var góður við seyðin. Hann dugdi til alt, sum hevði við seyð at gera; frá tí at lombini vórðu lembd og til døgurði og viðskeri stóðu á borðinum. Í nærum tólv ár var Jákup røktingarmaður. Men hann var ikki bara røktingarmaður, men ein sera góður røktingarmaður og lærumeistari, sum eisini mangan legði nógv fyri, tí seyðurin skuldi altíð hava tað gott. Jákup hevði eitt gerði og átti nógvar veðrar, sum hann gekk høgt upp í at røkta. Nú ið heystfjallið og flettingin nærkaðust, øktist spenningurin, og prátið gjørdist lívligari. Men tá ið boðini um Jákup frættust, var tøgn og nívandi sorg og saknur.
Heystfjallið er gingið og veðrarnir flettir. Væl royndist, tí seyðurin var væl røktaður. Veðrið hevði verið gott og gróðurin var nógvur. Men Jákupi untist ikki hesa gleðina. Hann hevði gingið sítt seinasta fjall.
Stórur saknur er í Jákupi á Fossinum. Hjá mammuni, bróðurinum Jógvani og systrum hansara. Serliga hjá Jógvani er saknurin stórur, tí brøðurnir báðir hava havt eitt so stórt felagslív ígjøgnum
alt lívstíðarskeiðið. Saman og hvør sær hava teir givið okkum øðrum so nógv. Hetta húsið
er so sera meint rakt av vanlukkum, men fólkið er sterkt og tolið, og tí ber til at halda fram.
Jákup laðaði nógvar varðar av øllum handa slagi, og teir fara at standa sum eitt varandi minni
og liva leingi millum manna. At hann var nógv avhildin, sást á stóra skarðanum, ið fylgdi
honum tey seinastu sporini. Hann er neyvan sæddur størri í sóknini.

Tøkk fyri øll tey ríku og dýrmettu minnini !

Jákup Hanusson