- Djórahald hevur ymiskar uppgávur við sær. Her hevur ein av brundunum brotið beinið. Hjúklað verður um við at vaska og spjálka beinið.
Soleiðis skrivar Brandur Sandoy, bóndi og løgtingsmaður á Sandi sínari Facebook-síðu, og hann hevur eisini lagt myndir út av veðrinum.
Bóndin vísir á, at brundurin hevur fingið pínulinnandi heilivág, og hann hevur eisini fingið heilivág móti bruna. Spjálkin skal sita á í seks vikur, sigur hann.
Ein viðmerkjari á tráðnum hjá Brandi Sandoy heldur tað vera gott at síggja, at djórini hava tað gott, men leggur aftrat, at tað eru ikki øll djór, sum hava tað gott.
- Vit skulu virða djórini og fara væl við teimum, er viðmerkingin hjá bóndanum.
Á tráðnum spyr eisini ein kvinna, hvussu ærin hevur tað, nú brundurin hevur brotið beinið, men her vissar Brandur Sandoy um, at ærin eingi sjónlig mein hevur fingið.
Ein annara lesari á tráðnum vísir á, at ein seyður hjá teimum breyt beinið síðsta ár. Beinið varð lagt í gips, og tað riggaði fínt, sum viðmerkjarin tekur til.
##med2##













