Føroyska kvinnulandsliðið skal 8. oktober spæla EM-undankappingardyst móti Norra á Tórsvølli. John Petersen, landsliðsvenjari, hevur úttikið 20 spælarar, ið skulu takast við favorittarnar í bólkinum.
Styrkin hjá Norra kann lýsast við, at tær hava vunnið 6-0 á Wales, sum so aftur vann 6-0 á Tórsvølli móti Føroyum. Einasta broytingin frá dystinum á Tórsvølli seinast er, at Sanna Svarvadal hesa ferð fer at spæla við U19-landsliðnum, meðan Nadja Dam Johannesen úr HB er úttikin til dystin.
##med2##
Hópurin:
Málverjar:
Monika Biskopstø, KÍ (Aab Aalborg)
Anna Súnadóttir Hansen, EB/S/Skála
Verjuspælarar:
Marita á Fríðriksmørk, ÍF/Víkingur/B68
Annika R. Christiansen, ÍF/Víkingur/B68
Lív Arge Poulsen, Sundby BK (DK)
Durita Hummeland, KÍ
Nadja D. Johannesen, HB
Katrina Akursmørk, KÍ
Miðvallarar:
Eyðvør Klakstein, KÍ
Evy á Lakjuni, KÍ
Olga Kristina Hansen, B36
Ansy Sevdal Jakobsen, EB/S/Skála
Ásla Johannesen, FC Nordsjælland (DK)
Sara Samson Lamhauge, HB
Julia Naomi Mortensen, HB
Jónvá Hentze, HB
Jacoba Langgaard, Víkingur
Áleyparar:
Heidi Sevdal, HB
Sarita Maria Mittfoss, B36
Rebekka Fjalsá Benbakoura, HB