Hørður Askham er nýggjur á landsliðnum, eftir at Rógvi Baldvinsson hevur givið avboð vegna skaða. Miðverjin hjá HB hevur verið í landsliðsumhvørvinum fyrr.
Rógvi Baldvinsson, sum spælir við norska Bryne, hevur ikki verið í dysti seinastu umførini vegna skaða. Hann hevur tí givið avboð til landsdystirnar móti Ísrael, Danmark og Moldova, sum verða mikudagin, leygardagin og týsdagin í komandi viku.
Í hansara stað er komin miðverjin hjá HB, Hørður Askham. Hann hevur verið í landsliðsumhvørvinum fyrr og tað er blivið til tveir landsdystir. Ein í 2019 móti Svøríki og so kom hann inn í 5-1 sigrinum á Liktenstein á Tórsvølli fyrr í ár.
Hópurin:
Gunnar Nielsen, FH (Ísland)
Teitur Matras Gestsson, HB
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36
Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)
Ári Mohr Jónsson, Sandnes ULF (Noreg)
Sonni Ragnar Nattestad, Dundalk FC (Írland)
Hørður Askham, HB
Odmar Færø, KÍ
Heini Vatnsdal, KÍ
Gilli Rólantsson Sørensen, Odd Grenland (Noreg)
Heri Hjalt Mohr, HB
Kaj Leo í Bartalsstovu, FH (Ísland)
Meinhard Egilsson Olsen, Bryne BK (Noreg)
Petur Knudsen, Lyngby BK (Danmark)
Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborg IF (Svøríki)
Tróndur Jensen, NSÍ
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
Hallur Hansson
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Rene Shaki Joensen, HB
Jóan Símun Edmundsson, Waasland-Beveren (Belgia)
Andreas Lava Olsen, Víkingur
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
John Frederiksen, SKU Amstetten (Eysturríki)