guernsey: At treytirnar eru harðar í head-to-head kappingini, er einki at ivast í. Aðra staðni her í blaðnum er greitt frá, hvussu Rói Johannesen á seinasta ørvinum misti bronsuna, og í fleiri øðrum dystum var eisini nær við hjá føroyingum, sum tá máttu takka fyri seg.
Í summum førum var tað nærum ómenniskjansliga tætt. Rógvi Mohr mátti til dømis síggja mótstøðumannin skjóta eitt stig fleiri, og enntá finna út av eftirfylgjandi, at tann pílurin ikki var í lagi. Hetta var í dysti móti gullvinnaranum frá týsdegnum, so tað var ikki løgið, at Rógvi iðraði se um hetta. Í Recurve hjá hjá kvinnum fór fyrst Annlott Rasmussen út, eftir at hon annars hevði skotið framúr væl, men trupulleikin var bara, at mótstøðukvinnan skeyt betri.
Tað sama var galdandi hjá Anniku Vang. Hon rendi seg í 1/4 finaluni í einari av absoluttu oddakandidatunum. Annika skeyt væl, og hevði mótstøðan bara verið onkur onnur, so hevði hon vunnið, men hon misti sostatt møguleikan fyri heiðursmerkjum, sum annars vildu sett eitt flott punktum fyri hennara viðkomandi..
Bronsan kom í hús
Av compund skjúttunum mundi Sigrid Vang vera tann, sum fekk harðastu lagnuna. Hon skuldi í 1/4 finaluni royna seg móti skjúttanum, sum fekk silvur týsdagin. Her stóð á jøvnum eftir 12pílar, og so var bara eitt at gera. Skjóta ein einasta ørv eftir skivuni, og so varð aftur lagt saman. Her rakti Sigrid ein fimmara, meðan mótstøðukvinnan rakti mkit í, og so var eisini tað avgjørt. Alberta Gaardlykke rendi seg her í satt ódnarverður, tá hon í fyrsta dystinum rendi seg í sterku Caroline Pinchemain.
Og við víðvíkjandi heiðursmerkjum í compund, so stóð skjótt greitt, at skuldu hesi koma, so mátti tað helst verða frá Schandorff. Per Holm Andersen reyk út við smáum marginalum móti Ian Lee Page, og Anders Jønsson og Jóannes Poulsen hittust longu, tá skotið var millum teir seinastu 16. Ein dysur, sum Jóannes vann, men tá hann so møtti Richmond Robinson í 1/4 finaluni, so var liðugt. Sami Richmond gjørdi tað av við Schandorff, og so var bronsan eftir at stríðast um. Her slepp Schandorff at hevna seg á Heath Perret, sum annars vann compound-kappingina í ár.
Hósdagin skuldu bogaskjúttararnir enn einaferð kappast í head-to-head, tá liðkappingin í hesum fer av barkastokki. Her áttu Føroyar at staðið við einum reellum møguleiki fyri heiðursmerkum, og so er spurningurin helst bara, hvørt marginalarnir hesa ferð vera við ella ímóti.









