Ein "brekaður" heimur

Tað er so nógv vakurt, vit ikki fáa lut í, um vit sum samfelag ikki rúma teimum, ið á onkran hátt fella uttanfyri, sigur danski yrkjarin og handikapaktivisturin, Caspar Eric. 3. oktober, kl. 17 hevur hann fyrilestur í Norðurlandahúsinum.

Ofta verður sagt, at vit kunnu meta, hvussu gott eitt samfelag er, eftir hvussu tey veikastu í samfelagnum hava tað. Um so er, so er vælferðarsamfelagið ikki so gott, sum vit halda, sigur Caspar Eric.

 

Hann hevur sjálvur cerebral parese, sum avleiðing av at vera føddur ov tíðliga - eitt brek, sum hann lýsir í fleiri av sínum bókum, m.a. Nye balancer – Handicapdigte frá 2023.

 

Í fyrilestrinum fer Caspar Eric at greiða frá, hvussu samfelagið vit liva í, gloymir tey, ið bera brek, hóast 30% av okkum hava annaðhvørt eitt kropsligt ella sálarligt brek at stríðast við, og hóast flestu okkara við tíðini fáa okkurt brek, um vit gerast nóg gomul. Í veruleikanum er tað helst so, at vit liva í einum heimi, sum er kropsliga og sálarliga brekaður, og kortini tosa vit nærum ongantíð um hetta.

 

Hetta kvøldið fara vit tó at tosa um tað í Norðurlandahúsinum, tá Eric tekur áhoyrararnar við sær á eina ferð aftur til stovnanina av vælferðarsamfelagnum til lívið við cerebral parese.

 

Hann sigur okkum frá um svik, vón og alt tað vakra, vit ikki fáa lut í, um eitt samfelag ikki rúmar teimum, ið á onkran hátt fella uttanfyri. Hann lýsir eina søgu um at støpla seg fram í lívinum, og um ein heim, sum kanska skjótt átti at farið at sæð seg sjálvan sum brekaðan.

 

Caspar Eric gav fyrsta yrkingasavnið 7/11 út í 2014 og hevur síðan givið fleiri yrkingasøvn út.

 

Umframt bókmentavirðislønir hevur hann fingið Helene Elsass heiðurslønina í 2022 fyri leiklut sín sum fyrimynd og fyrisprákari fyri fólk við cerebral parese.