Ein brølari av tí aðru verð

Hetta er ein brølari av tí aðru verð.

Fólkaatkvøðan um kommunusamanlegging í næstu viku hevur fingið eina sermerkta krúllu.

Hósdagin 3. mai verður fólkaatkvøða í øllum landinum, har veljarin verður spurdur um hann tekur undir við kommunusamanlegging ella ikki.

Og sum til allar aðrar fólkaatkvøður, hava allir veljarar fingið sendandi valkort, sum teir skulu hava við sær á valstaðið.

Á valkortinum stendur eisini ein vegleiðing um, hvussu valið fer fram og, hvussu veljarin skal bera seg at.

Men har er eitt merkiligt mistak hent.

Mistakið kundi bent á, at teksturin á valkortinum er upprunaliga skrivaður til valkort, sum eru prentað til eitt løgtingsval ella eitt fólkatingsval men sum nú verður endurnýttur í sambandi við fólkaatkvøðuna um kommunusamanlegging, uttan at fyrireikararnir hava gáa eftir at rætta hann.

Í vegleiðingini til veljaran á valkortinum til fólkaatkvøðuna um kommunusamanlegging stendur nevniliga , at …veljarin setir kross annaðhvørt við fyri tí lista, hann ætlar at velja, ella fyri einum av valevnunum á hesum sama lista….

Men tað er jú púra meiningsleyst í hesum føri, tí her skal bara atkvøðast um kommunusamanlegging ella ikki.

Kári P. Højgaard viðgongur, at hetta er eitt serstakliga keðiligt mistak.

Hann veit ikki, hvat er hent, men hann heldur, at hetta er eitt ómetaliga keðiligt mistak.

Men hann ivast í um stundir eru til at rætta valkortið og at senda veljarunum nýggj valkort við røttum teksti.

Hann fer nú at tosa við umsitingina um málið.

Myndin er av einum valkorti tí meiningsleysa tekstinum.