Ein brølari av rang

- Hetta er ein brølari av rang og eri forskammað av teimum, sigur Rúna Sivertsen um tiltakið, sum Kvinna og felagið fyri øktum kvinnuleikluti í politikki, skipað fyri í Havn altjóða kvinnudagin


- Nevndin, sum skal virka fyri øktum kvinnuleikluti í politikki, hevur grivið eina grøv, sum tað verður ómetaliga torført at byggja brúgv yvirum.
Rúna Sivertsen er vælkend í politikki og hon er eisini limur í felagnum fyri kvinnuligar politikarar í Útnorðri.
Og hon er rættiliga illa við av tiltakinum, sum blaðið Kvinna og Demokratia skipa fyri í Havn á altjóða kvinnudegnum 8. mars.
Demokratia er nevndin, sum landsstýrið setti at virka fyri øktum kvinnuleikluti í politikki.
Kvinnudagin 8. mars skipar nevndin, saman við blaðnum, Kvinnu, fyri tiltaki á Hotel Føroyum við fleiri útlendskum fyrilestrarhaldarum.
Men harafturat er ætlanin at vera ársins kvinnu á tiltakinum.
Og tað er her, at ketan loypir av hjá nógvum, tí fimm uppskot  eru til ársins kvinnu og tvey av teimum verða hildin at vera verdug til hendan heiðurin tí tey virkaðu fyri, at samkynd fingu innivist í grein 266 b í revsilógini. Annað uppskotið er Annita á Fríðriksmørk fyri hennara arbeiðið at fáa samkyndum innivist í grein 266 b í revsilógini. Og eitt annað uppskot er bindiklubburin sum savnaði inn undirskriftir  til frama fyri at fáa samkynd nevnd í revsilógini.   
- Hetta er eitt tiltak, sum kann fáa nógvar kvinnur at venda sær frá arbeiðnum at fáa fleiri kvinnur upp í politikk og frá javnstøðuarbeiðnum yvirhøvur.
Rúna Sivertsen sigur, at tað er ein hópur av kvinnum, sum rætt og slætt ikki vilja kennast við slíkt og tí kann tað fáa nógv at venda einum bakið, sum annars er gott.
 
Forskammað
 Rúna Sivertsen leggur dent á, at sum so heldur hon, at tiltakið er stak áhugavert og at hon væl kundi hugsað sær at verið við.
Kortini fýlist hon á, at tað skal kosta 1000 krónur at vera við, tí hon heldur, at øll slík tiltøk eiga at vera ókeypis, akkurát, sum tiltøk á altjóða arbeiðaradegnum eru ókeypis.
- Hetta skuldi verið dagurin, sum savnaði allar kvinnur, ikki spjaddu tær.
Men hon staðfestir samstundis, at við at hava tvær kvinnur í uppskoti til ársins kvinnu fyri teirra leiklut í 266 b, hevur almenna nevndin, Demokratia, drigið størsta politiska stríðsmálið í nógv ár, upp í tiltakið.
- Eg eri forskammað av teimum.
Og tað er ikki uppgávan hjá eini almennari nevnd av hesum slagnum, og so kann tað vera tað sama um talan er um 266 b, ella skattalættar ella kommunusamanleggingar.
Rúna Sivertsen leggur dent á, at hetta hevur als onki við hennara støðu til broytingarnar í 266 b at gera.
- Men hetta fer at fáa nógvar kvinnur at venda arbeiðnum bakið, tí vit vilja ikki kennast við slík tiltøk og vit vilja ikki setast í bás saman við fólkum, sum skipa fyri slíkum og sostatt eisini leggja navn til slíkt.
- Hevði talan verið um at valt eina kvinnu, sum hevur gjørt eitt serligt átak fyri at fáa fleiri kvinnur upp í politikk, hevði tað verið í fínasta lagi.
- Men at brúka 266 b sum grundgeving fyri at velja ársins kvinnu, er ein taktiskur brølari av rang, tí hetta er eitt mál, sum stór ósemja er um og sum stingur ómetaliga djúpt. Tí kann hetta geva arbeiðnum fyri øktum kvinnuleikluti í politikki, eitt álvarsligt skot fyri bógvin.
 
Kann bjarga sær í land
Rúna Sivertsen sigur, at við hesum, hevur demokratia grivið eina grøv, sum tað verður ómetaliga torført at byggja brýr tvørturum, tí hetta vilja nógvar kvinnur ikki kennast við.
- Og at almenna nevndin, Demokratia, brúkar navn til slíkt, er beint tvørturímóti  endamálinum við nevndini og kann føra við sær, at nevndin setir fót fyri sær sjálvum.
- Hetta er ómetaliga harmiligt, tí vit hava havt nógv gott samstarv við Demokratia, sigur Rúna Sivertsen.
Hon sigur, at Demokratia kann bjarga sær í land aftur við at taka í egnan barm og viðganga alment, at tey hava gjørt eitt mistak og at fáa valið av ársins kvinnu burturúr tiltakinum aftur.
- Tað hevði skapt virðing fyri nevndini og er einasta vón fyri at byggja brýrnar aftur, sum nú eru brendar, sigur Rúna Sivertsen.
 Hon vónar tískil, at landsstýrismaðurin í Javnstøðumálum, steðgar hesum partinum av tiltakinum.
Men tað tykist ikki so, tí tá ið spurningurin var til umrøðu í Løgtinginum, segði Bjarni Djurholm, at nevndin gjørdi sjálv av, hvussu hon brúkti sína játtan fyri at røkka endamálinum og tað fer landsstýrismaðurin ikki at leggja seg út í.