Tað var ein brølari av Maersk Air at fara undir bonusskipanina, har ferðafólk kundu savna stig og soleiðis møguliga vinna eina ferð til eitt nú Athen ella Paris.
Tað ásannaði Finn Øelund, tá hann á tíðindafundi í Vágum leygardagin fekk spurningin.
Hendan skipanin, sum Maersk Air tá setti í gildi, varð beinanveg svarað aftur av Atlantsflogi, sum setti sína Súluskipan í verk.
Tað gjørdi so, at fólk vórðu noydd at velja felag. Og føroyingar valdu Atlantsflog. Í so stórum tali, at tað veruliga merktiskt hjá Maersk Air.
Tá tú fyrst hevur fingið eitt stempul í bonuskortið, er tað rættiliga ótaktiskt at fara at keypa ferðaseðil við øðrum felag á somu flogleið. Tað sigur seg sjálvt. Og eingin ivi er um, at fólk, ið fyrr hava valt flogfelag, sum best bar til, fóru at ferðast við Atlantsflog burturav, eftir at hendan skipanin varð sett í gildi.
?Jú, tað var ein brølari, sum týðuliga sást aftur í minkandi ferðafókatali, ásannaði Finn Øelund, stjóri í Maersk Air, tá hann var i Vágum og segði farvæl leygardagin.