Ein brúkaravinarlig heimasíða

Tað tók Kringvarpi Føroya hálvt triðja ár at gera nýggja heimasíðu. Úrslitið er ein snøgg síða við nógvum upplýsingum og løtt at brúka

Í gjár almannakunngjørdi Kringvarp Føroya og setti til nýggju heimasíðu sína, sum hevur verið í gerð í hálvt triðja ár.
Hetta er ein heimasíðu við nógvum hentum upplýsingum, og við hesi heimasíðuni hevur Kringvarp Føroya á netinum veruliga flutt seg fram í nútíðina.
Nýggja heimasíðan gevur brúkarunum møguleikan at síggja og allar sendingar, sum hava verið seinastu árini. Síðan er løgtt at brúka.
Í mun til gomlu heimasíðuna er nýggja heimasíðan løtt at leggja út á hjá starvsfólkunum. Øll tíðindi, sum hava verið í kringvarpinum, fara av sær sjálvum út á heimasíðuna, men ætlanin er eisini at skriva onnur tíðindi til heimasíðuna, sigur Elin Brimheim Heinesen.

Í kapping
Hon bæði vónar og væntar, at tíðindaportalurin á nýggju heimasíðuni fer at kappast við aðrar tíðindaportalar í landinum.
Tá ið farið varð undir at fyrireika heimasíðuna, isti tað seg, at eingin fyritøka í Føroyum hevði førleika til at gera síðuna við tí dygd, sum kringvarpið kravdi.
Farið varð tí til ein danskan veitara, sum fór undir arbeiðið. Men tá ið tað dró út, segði kringvarpið upp avtaluna við danska veitaran og fekk síni egnu fólk at halda fram við arbeiðinum. Hetta var um ársskiftið.
Elin Brimheim Heinesen, miðlaleiðari og verkætlanarleiðari væntar, at heimasíðan fer at gera arbeiðsdagin hjá starvsfólkunum meira áhugaverdan.
Í september í fjør setti kringvarpið Martin Nolsøe Simonsen í starv sum samskipari av heimasíðuarbeiðinum. Seks onnur fólk hava verið við til at gjørt heimasíðuna.

Kostar
Tað fæst ikki nágreiniliga at vita, hvat heimasíðan hevur kostað kringvarpinum. Danski parturin kostaði góða mió. krónur, 170.000 krónur fóru til uttanhýsis hjálp, samskiparin er løntur, og fleiri fólk á stovninum hava brúkt nógva arbeiðstíð. Hetta er ikki gjørt upp, men starvsfólk á stovninum meta, at síðan hevur kostað kringvarpinum nakrar milliónir krónur.
Elin Brimheim Heinesen heldur, at hetta er ein góð íløga, sum fer at koma brúkaranum væl við.
Gamla ótíðarhóskandi heimasíðan kostaði 1,4 mió. krónur at umsita um árið. Henda verður nógv bíligari at umsita.