Ein boya skal framleiða á Chestnut

Hilmar Simonsen
Ein nýggj oljuframleiðandi tøkni, ið hóskar seg væl til smá oljuøkir, skal framleiða ta fyrstu oljun Hilmar Simonsena hjá Atlantic Petroelum. Framleiðslupallurin, sum flýtur omaná sjónum eins og ein boya, er doypt Hummingbird og verður bygdur í Kina og Hollandi.

Hilmar Simonsen

Saman við fyristøðufelagnum Venture Production má Atlantic Petroleum sigast at ganga nýggjar leiðir, tá tað fer at framleiða olju frá bretska økinum Chestnut væntandi seinni í hesum árinum.
Sokallaða FPSO-framleiðslueindin hevur staðið í gerð í Kina síðani einaferð í fjør, men varð tann 8. mars silgd til Rotterdam í Hollandi. Har verður meginparturin av tøknini í løtuni installerað.
Pallurin skal eftir ætlan vera liðugur seinni í hesum árinum, haðani hann skal flytast beinleiðis út á Chestnut leiðina til at framleiða teir fyrstu oljudroparnar hjá Atlantic Petroleum.

Ein oljuframleiðandi boya
Men hvat er tað so, sum ger framleiðslupallin Hummingbird til nakað serligt. Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum:
- Hann er tann fyrsta flótandi framleiðslueindin, sum ikki er eitt skip. Hann er at kalla bert ein boya, ella ein tangi, ið er nógv einfaldari enn eitt framleiðsluskip. Boyan er 60 metur í tvørmáti og 20 metur høg, greiðir hann frá.
Talan er um eitt munandi bíligari konsept enn ein vanlig FPSO-eind (FPSO stendur fyri Floating Production, Storage and Offloading vessel). Hendan FPSO-eindin er gjørd soleiðis, at hon kann snara um ein snúningsdepil, so at hon melur eins og vindurin blæsur. Bert ein FPSO-eind av hesum slagnum er bygd frammanundan, og hon er farin til statsognarliga brasilska oljufelagið Petrobras. Sum skilst standa fleiri av slagnum í gerð.
- Hetta hevur samtakið mett sum ta mest optimalu loysnina til at framleiða á Chestnut, og avtalan um at byggja eindina varð gjørd fyri 3 árum síðani. Hon er løtt at flyta og væl egnað til framleiðslu í smærri marginalum økjum, sum Chestnut, sigur Wilhelm Petersen.
Í komandi ár er ætlanin at byrja framleiðslu í einum øðrum loyvi hjá Atlantic Petroleum í bretskum sjógvi, sum kallast Ettrick. Ettrick-leiðin er á leið 5 ferðir so stór sum Chestnut, og tí verður her talan um at brúka eina meiri vanliga FPSO eind, sum er eitt framleiðsluskip.