Vit hava gitt, at Jóannes Eidesgaard fór at teljast millum valevnini hjá Javnaðarflokkinum, sum soleiðis kundi gjørt ein sterkan lista – kanska við færri valevnum.
Men listin, sum flokkurin kunngjørdi í morgun er ein bleytur, breiður og »forútsigiligur« listi. Einasti trumfurin er Sjúrður Skaale. Staðfest verður, at hann er høvuðsvalevni – og vit kunnu siga, at lagnan hjá Javnaðarflokkinum verður løgd í hendurnar á Sjúrði Skaale.
Jóannes Eidesgaard hevur sagt við Sosialin, at hann var sinnaður at stilla upp.
Spurningurin er, um Javnaðarflokkurin satsar rætt. Men nú verður tað so upp til Sjúrð Skaale, um Javnaðarflokkurin endurvinnur fólkatingsesssin – ella um flokkurin skal sláa sítt egna met og tapa fjórða fólkatingsvalið upp í slag.










