Ein bjargaði sær á kjølinum

39 fólk eru saknað, eftir at ein bátur koppaði út fyri strondini í Florida í gjár.

Maðurin á kjølinum fortaldi, at tey vóru 40 fólk í bátinum, tá hann koppaði. Mynd: Sjóbjargingartænastan

Leygarkvøldið koppaði ein bátur út fyri strondini í Florida. Nú leita bjargingarlið eftir 39 fólkum, sum ikki eru komin afturíaftur.

 

Tað skrivar amerikanska sjóbjargingartænastan á Tvitter.

 

Sjóbjargingartænastan gjørdist greið yvir, at ein bátsvanlukka var hend, tá fólk sóu ein mann sita á kjølinum á einum koppaðum báti.

 

Tíðindastovan cbsnews.com veit at siga, at maðurin á kjølinum fortaldi, at hann var farin úr Bahamas saman við 39 øðrum.

 

Maðurin segði eisini, at báturin var koppaður, tá veðrið gjørdist vánaligt á leiðini, har tey vóru stødd.

 

Sambært cbsnews.com var eingin í bjargingarvesti, og Sjóbjargingartænastan stúrir fyri, at fólkini í bátinum eru offur fyri mannasmugling.

 

 

 

Maðurin á kjølinum fortaldi, at tey vóru 40 fólk í bátinum, tá hann koppaði. Mynd: Sjóbjargingartænastan